Óli bronsu á 1500 metrum

NJM og NM finalur eru í løtuni í Svimjihøllini í Gundadali

Tað letur til, at teir eru fleiri føroyingar, sum ætla sær at lyfta arvin eftir Pál Joensen, tá ið tað ræður um at røkka góðum úrslitum á longsta teininum.

Norðmenninir vóru teir stinnastu, tá ið longsti teinurin fyri menn var á skránni í kvøld. Í 1500 metra frísvimjingini fyri menn vann Henrik Christiansen úr Noregi í tíðini 14:56.99. Næstur honum var landsmaður hansara Ole Martin Bjørlykke, sum svam 1500 metra teinin í tíðini 15:19.31.

Ein svii og ein íslendingur luttóku í hesi kappingini. Tveir føroyingar vóru eisini við, og teir endaðu frammanfyri bæði íslendingin og svian. Óli Mortensen vann bronsukrónuna í tíðini 15:20.07, og Alvi Hjelm endaði á fjórða plássi í tíðini 15:48.20.

---

Noreg vann NJM í 4 x 100 metra kappingini fyri menn, og Svøríki var næstbest. Vinnaratíðin hjá Noregi var 3:19.12, og tíðin hjá Svøríki var 3:21.45. Danmark var nummar trý í tíðini 3:25.75. Føroyar vóru nummar fýra í tíðini 3:32.51. Á føroyska liðnum vóru Eyðbjørn Joensen, Óli Mortensen, Alvi Hjelm og Markus Pauli Joensen. Fimti luttakarin var Finland, sum kom á mál í tíðini 3:33.66.  

Svøríki vann NM í 4 x 100 metra kappingini fyri menn, og Danmark var næstbest. Tíðin hjá Svøríki var 3:22.93, og tíðin hjá Danmark var 3.24.64. Føroyar luttóku ikki í hesi kappingini.

 

-----

Danmark er junior meistari í 4 x 100 metra frísvimjing fyri kvinnur. Danmark og Noreg vóru í tættari kapping um fremsta plássið. Tíðin hjá Danmark var 3:50.52, og tíðin hjá Noregi var 3:50.72. Føroyar endaðu á sætta og aftasta plássi í tíðini 4:06.77. Føroyska liðið var mannað av Victoriu W. Eysturdal, Lív E. Eidesgaard, Ásbjørg Hjelm og Helgu Nielsen.

Í presenior kappingini vóru bara tvey lið. Svøríki vann í tíðini 3:45.93. Tíðin hjá føroyska liðnum var 3:57.03. Á føroyska liðnum vóru Jonna B. Thomsen, Guðrun Mortensen, Birita Debdes og Cecilia Eysturdal.

 

----

Føroyar hava vunnið fyrstu gullkrónuna í norðurlendsku svimjikappingini, sum er í høllini í Gundadali. Tað var Birita Debes, sum var best í 100 metra ryggsvimjingini fyri preseniorar. Birita legði seg á odda beinanvegin, og hon megnaði at halda tørn um oddasessin allan teinin.

Tíðin hjá Biritu var 1:01.49, sum er eitt vet lakari enn føroyska metið hjá henni. Næstfremst var Jessica Eriksson úr Svøríki í tíðini 1:02.09. Junior kappingina vann danska Carolina Erichsen í tíðini 1:02.85. Næstfremst var Moonika Lipard úr Estlandi í tíðini 1:03.51. 

--- 

 

 

---

800 metra fríkappingina fyri kvinnujuniorar vann Danmark sera sannførandi. Danska Signe Bro vann gull í tíðini 8:58.07, og næstbest var danska Anna Bourtup í tíðini 9:01.86. Í hesi kappingini var Victoria Wigant Eysturdal føroyski luttakarin. Eingin tíð varð skrásett fyri hana, tí hon varð kolldømd.

----

Svøríki vann 200 metra blandað kappingina menn fyri preseniorar. Anton Andersson vann í tíðini 2:02.04. Næstbestur var Martin Terp Olesen úr Danmark í tíðini 2:04.80.

Juniorkappingina vann Nicolas Blanch úr Danmark í tíðini 2:03.94. Næstbestur var Sander Andersen úr Noregi í tíðini 2:04.24.

 

----

200 metra blandað kappingina fyri preseniorar fyri kvinnur vann Sofie Reisænen í tíðini 2:15.57. Næstfremstur var Jaqueline Hippi úr Svøríki í tíðini 2:17.60.

Junior kappingina vann Anna Boutrup úr Danmark í tíðini 2:19.71. Næstfremst var Aino Otava úr Finlandi í tíðini 2:21.27.

------

 

Í 50 metra firvald kappingini fyri kvinnur var bara kapping millum juniorarnar. Ta kappingina vann Elise Næss Olsen úr Noregi í tíðini 26.81. Næstfremst var Nea Norismaa úr Finlandi í tíðini 27.59.

Manskappingina vann Søren Dahl úr Danmark í tíðini 24.40. Næstur honum var Marius Solaat Rødland úr Noregi í tíðini 24.43.

 

---

Í 100 metra ryggsvimjing fyri menn var Armin Porobic bestur í juniorkappingini.  Tíðin hjá honum var 53.51. Næstfremstur var Gustav Friberg úr Danmark í tíðini 56.48.

Í presenior kappingini var tað bara ein luttakara. Tað var Fabian Bergman úr Svøríki, sum vann gull í tíðini 55.74.

 

----

 

Í 100 metra bringusvimjing fyri menn vann Sebastian Dobrescu úr Svøríki presenior kappingina í tíðini 1:01.69. Næstur honum var Lasse Pittioni úr Danmark í tíðini 1:01.90.

Junior kappingina vann Christian V. Rasmussen úr Danmark í tíðini 1:01.85. Hon var frammanfyri Jakob Klint Axelsen í tíðini 1:03.28. Eingin føroyingur var í hesum finalunum.

----

 

Turið S. Christiansen hevur vunnið fyrsta heiðursmerki til Føroyar í norðurlendsku svimjikappingini, sum í dag er í Gundadali. Hon vann bronsu í 100 metra bringusvimjing fyri preseniorar. Tveir av teimum fýra luttakarunum í finaluni vóru føroyingar. Gestirnir tóku sær av fínaru heiðursmerkjunum.

Tíðirnar vóru hesar: Cecilie Holten úr Danmark 1:09.55, Vendela Norrman úr Svøríki 1:09.61, Turið S. Christiansen 1:17.88 og Rutt Agnarsdóttir 1:20.98.

 

Í juniorkappingini vann Silje Poll Mikkelborg úr Noregi. Tíðin hjá henni var 1:08.77. Næstfremst var danska Maria Grandt í tíðini 1:11.21.

 

------ 

Juniormeistari í 200 metra frísvimjing fyri menn er Marius Solaat Rødland úr Noregi. Hann var í kapping við Henrik Christiansen, sum eisini er úr Noregi. Vinnaratíðin var 1:47.90, og at talan var um sannførandi sigur sæst á tíðarmunin aftur til tann næsta. Har var tíðin 1:49.85.

 

Preseniorkappingina var finski Teemu Cuorela í tíðini 1:48.58. Næstfremstur var Søren Dahl úr Danmark í tíðini 1:48.76. Eingin føroyingur var í hesum finalunum.

 

 

 

------

Fyrstu finalurnar í NJM og NM svimjikappingini, sum hetta vikuskiftið er í Sviljihøllini í Gundadali, eru av. Talan var um kappingarnar í 200 metra frísvimjing fyri kvinnur.

Einasti føroyski svimjarin, sum megnaði at svimja seg í finaluna, var Cecilia Eysturdal, sum endaði á sætta og aftasta plássi í kappingini fyri preseniorarnar.

Ta kappingina vann Josefin Eriksen úr Svøríki. Hon vann tætta kapping við norsku Elise Næss Olsen. Tíðin hjá svenska svimjaranum var 1:59.85, og tann hjá norska svimjuaranum var 1:59.96. Tíðin hjá Ceciliu Eysturdal var 2:08.98.

Juniorkappingina vann Josephine Holm úr Danmark. Tíðin hjá henni var 2:02.19. Næstfremst var norska Marta Løvberg við tíðini 2:02.43.