Óli Karl selt OK Heilsølu til Áway

OK Heilsøla & Maskinur hevur verið ein familjufyritøka, sum Óli Karl Hansen hevur átt og rikið í eina fjórðingsøld.

Óli Karl Hansen, sum hevur átt og rikið OK Heilsølu & Maskinur í Hvalvík í eina fjórðingsøld, hevur selt fyritøkuna til maskinverkstaðin Áway í Norðragøtu, sum brøðurnir, Álvur og Tollakur Joensen, eiga og reka.

 

OK Heilsøla & Maskinur er ein familjufyritøka, sum Óli Karl Hansen byrjaði eftir, at hann hevði verið í starvi sum lastbilaførari, sølumaður og stjóri hjá Kartna Winther, heilsølu.

 

- Kona mín, Esther og eg, hava verið um OK Heilsølu & Maskinur, men tá heilsan er farin at bila, gjørdu vit at enda av at selja. Ætlanin var, at vit skuldu hava hetta at spæla okkum við so hvørt, sum árini komu, men tá heilsan ikki vildi tað sama, sum vit, hildu vit vera best at selja.

 

Tað sigur Óli Karl Hansen, sum nú rekur OK Heilsølu & Maskinur fyri Áway.

 

- Eg eigi framvegis felagið OK Service, sum tó ikki er virkið í dag, men her er onkur umboð, sum eg havi at detta aftur á, um so er. Nú veldst alt um, hvat framtíðin fer at hava við sær, sigur Óli Karl Hansen, ið Vikublaðið, sum verður borið í hvørt hús í morgin, hevur skift orð við.