Viðhaldsfelagið Skansin hevur á Facebook-vanga sínum atkvøðugreiðslu, har finnast skal fram til, hvør skal hava heiðurin sum besti føroyski landsliðsspælarin seinastu 25 árini.
Í fyrsta umfari skulu tíggju spælarar veljast út, og millum hesar tíggju skal so gerast av, hvør skal hava heiðurin sum tann størsti av øllum.
Skal metast eftir atkvøðugreiðlsuni, sum nú er, er eingin ivi um, at valið stendur millum Óla Johannesen og Toda Jónsson. Óli, sum fram til í ár hevði dystarmetið á føroyska landsliðsnum, hevur í løtuni fingið 29% av atkvøðunum. Todi Jónsson hevur í løtuni 26% av atkvøðunum. Trið-ovastur a listanum er metmaðurin, Fróði Benjaminsen. Hann hevur fingið 7% av atkvøðunum.
Til ber at greiða atkvøðu HER