Óli verður við í fjórðingsfinaluni

Fyri at spara Elias, Hákun, Ísak og aðrar, sum hava spælt nógv í HM endaspælinum verða teir á beinkinum í dystinum ímóti Portugál í dag.

 

Tað sigur Julian Johansen, ið er annar av venjarunum hjá U21-landsliðnum, við Kringvarpið.

Undan dystinum ímóti Portugal seinnapartin hevur U21 landsliðið longu vunnið seg víðari til fjórðingsfinalurnar. 

Venjarin váttar eisini fyri Kringvarpinum, at boð vórðu send til Føroya eftir Óla Mittún í gjárkvøldið, sum skal vera við í fjórðingsfinaluni í Berlin hósdagin.