Óli Mittún: Vónirnar eru góðar

Óli Mittún ásannar ein torføran EM-bólk við dystum móti Noregi, Slovenia og Pólandi

Noreg, Slovenia og Póland í EM-bólki D í Berlin. Soleiðis háttaði EM-lutakastið hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti seg. 

 

11. januar: FØROYAR - Slovenia

 

13. januar: FØROYAR - Noreg

 

15. januar: FØROYAR - Póland

 

Um lutakastið sigur yngsti maður, Óli Mittún: - Vónirnar eru sjálvandi góðar hóast vit hava fingið ein truplan bólk. Vit vita sjálvandi at hetta eru lið sum eru von við at spæla endaspøl i heilum, og hetta er fyrstu ferð hjá okkum, so vit fara at gera alt, sum vit kunnu. Noreg er sjálvandi eitt sera trupult lið at spæla ímóti, har alt skal ganga upp um vit skulu fáa stig móti teimum. Hini bæði lidini eru eisini torfør mótstøðulið, og nógv má ganga væl um vit skulu fáa stig, men eg haldi vit hava ein fínan møguleika at arga tey bæði liðini, men tað skal sjalvandi nógv hart arbeiði til, og tað eru vit greiðir yvir, sigur Óli Mittún.