Olja fortreyt fyri fullveldi

-Ein kann klára næstan alt, um man eisini vil taka avleiðingarnar av tí. Vilja føroyingar gerast sjálvstøðug tjóð - hvat eg havi virðing fyri - so mugu tit eisini verða tilreiðar at skula liva við einum væl lægri livifóti. Fiskivinnan er so óviss, og hvørki ferðavinna ella kunningartøkni eru nóg mikið til at avloysa blokkin og framhaldandi varðveita sama livifót. Einans stórar nøgdir av olju og tvífalt so høgir prísir sum í dag kunnu tryggja Føroyum eitt fullveldi, uttan at tað skal fáa álvarssamar avleiðingar fyri livistøðið sigur Skak-Nielsen, búskaparfrøðingur

Jan Müller


Skak-Nielsen var formaður í Ráðgevandi Nevndini hjá danska forsætisráðharranum í árunum frá 1975 til 92. Mong megu minnast hann fyri sínar oftani sera avgjørdu og eisini atfinningarsomu frágreiðingar. Hann ávaraði í mong ár móti gongdini í Føroyum, sum øllum kunnugt endaði við tí stóru kreppuni fyrst í 90-unum. Bæði føroyskir og danskir politikarar og eisini vinnulívsfólk eru seinni vorðin kritiserað fyri ikki at hava lurtað eftir ávaringunum frá Skak-Nielsen.


Fylgir væl við

Hóast tað eru meira enn seks ár síðani, at Skak-Nielsen gavst í Ráðgevandi Nevndini, so fylgir hann tó sera væl við, hvat hendir í Føroyum og í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Hann lesur allar frágreiðingarnar frá Ráðgevandi Nevndini, og hann fylgir við í pressuni. M.a. hoyrdi hann sendingina í danska sjónvarpinum um ríkisfelagsskapin.

Sosialurin spurdi henda kenda danska búskaparfrøðingin, hvørjar viðmerkingar hann hevur til støðuna í Føroyum og ætlaninar um fullveldi.

-Lat meg fyrst siga, at eg havi tí størstu virðing fyri føroyska ynskinum um at gerast so suverenir sum gjørligt. Men suverenitetur hevur eisini sína avmarking. Danmark er ein suverenur statur, men vit hava nógv forpliktilsi innan ES og aðrar altjóða felagsskapir, sum jú avmarkar rásarúmið.

Skak-Nielsen ber ótta fyri, at tjakið í Føroyum hevur fingið ta slagsíðu, at man ímyndar sær, at Føroyar kunnu verða totalt suverenar, nakað, sum als ikki er til aðrastaðni.

-Eg veit t.d. ikki, hvat føroyingar ætla á valutaøkinum, men eg kann ímynda mær, at man sær fyri sær eina myntunión saman við Danmark. Út frá royndunum í ES so krevur ein myntunión, at tú mást halda ymiskar spælireglar, og tað havi eg varhugan av, at føroyingar kanska ikki eru heilt uppsettir uppá.

Skak-Nielsen sigur seg annars vera bilsnan av, at nettupp hetta málið ikki hevur verið tikið upp frá danskari síðu. -Her er frítt spæl. Men tað at vera limur av eini myntunion vita vit frá ES leggur bond á teir møguleikar ein hevur við atliti til fíggjarpolitikk, eftirlit við búskaparliga útviklinginum osfr. Hetta eru realitetir, sum ein ikki kann koma uttan um. Og skal ein vera sjálvstøðugur statur, so má man eisini hava eina velduga valutareservu í Føroyum.

Skak-Nielsen undirstrikar sína virðing fyri føroyska ynskinum um størri sjálvstýri og fullveldi, men spyr, um føroyingar vilja gjalda prísin fyri fullveldið!

-Eg lurtaði við stórum áhuga eftir varaløgmanni, Høgna Hoydal, sum segði, at føroyingar vilja satsa nakað, og at tað skal kosta tilskotið úr Danmark. Men spurningurin er so, um føroyingar sum heild vilja taka undir við hesum.


Vilji og avleiðingar

Uppá fyrispurning um hann heldur føroyingar eru førir fyri at taka fullveldi og vera blokkin fyriuttan sigur Skak-Nielsen, at man kann klára nærum alt, bara um man er tilreiðar at taka avleiðingarnar av tí.

-Men sjálvandi fer tað at kosta í livistøðinum leggur hann aftrat.

-Eg veit væl, at tað gongur væl í fiskivinnuni í løtuni, men spurningurin er bara, hvussu leingi tað varir. Støðan í dag er eisini tann, at tit hava ikki nógv eftirlit við veiðini í tykkara egna sjógvi bara við at hava fiskidagar. Tað er ikki nøkur verulig avmarking.

Skak-Nielsen sigur, at ein kann jú eisini koma út fyri tí, at fiskurin aftur hvørvur, og tá er ein ómetaliga sárbarur.


Oljan kann broyta alt

Fyrrverandi formaðurin í Ráðgevandi Nevndini heldur, at einans olja kann broyta myndina og skapa Føroyum fortreytir sum sjálvstøðug tjóð. -Eg ivist onga løtu í, at verða stórar nøgdir av olju funnar og verður prísurin dupult so høgur sum í dag, so fara tit í Føroyum uttan iva at velja at vera fult og heilt óheftir av Danmark. Tað er mín varhugi, at soleiðis fer ?stemningurin? at vera í Føroyum, um olja verður funnin, men tað er enn ikki komið hartil. Verður eingin olja næstu 10-20 árini, og føroyingar framhaldandi vilja hava fullveldi, so fer hetta heilt avgjørt at kosta í livistøðinum.

Og við tí stóru óvissuni, sum bæði er knýtt at fiskivinnuni og møguligari olju, so heldur Skak-Nielsen eina suverana føroyska tjóð við 45.000 íbúgvum, sum skal standa á egnum beinum vera ?en dristig sag og tvivlsom? ið hann málber seg.

Men kann eitt broytt og úviklað føroyskt vinnulív ikki skapa umstøður fyri einum fullveldi eitt nú við øktari ferðamannavinnu og KT-vinnulívi!

-Ferðavinnan kann sjálvandi mennast nakað, men als ikki so nógv sum til at loysa trupulleikarnar. Tað einasta, sum kann geva einum suverenum Føroyum eitt búskaparligt grundarlag er olja í undirgrundini. Men tað krevur so aftur, at olja finst í stórum nøgdum og at oljuprísirnir verða munandi hægri.

Hvat viðvíkur útbúgving og vitan, so hevur tað sjálvandi stóran týdning fyri eina tjóð. Men tað er ikki soleiðis, at umheimurin stendur í stað. Og her er kappingin so mikið hørð, at tú skal vera nógv dugnaligari enn umheimurin á hesum øki, tá hugsað verður um, hvar Føroyar liggja.

Skak-Nielsen sigur, at tað er ein náttúrlig orsøk til, at virki sum Dan-Foss, Lego ol. ikki liggja í Føroyum. -Føroyar hava nøkur nátúrlig handicap, og m.a. takkað verið blokkstuðlinum finst ein livifótur og liviútreiðslur, sum gera, at tað er ikki so attraktivt at leggja slíkar fyritøkur í økjum sum Føroyum og Grønlandi.

Hann viðgongur tó, at tá talan er um KT- so hava vit ikki hesi somu handicap. Men harafturímóti er tað ein sera torfør bransja fyri minni fyritøkur. Og tað eru eisini royndirnar man í Danmark hevur, tá ein skal standa upp ímóti teimum stóru altjóða fyritøkunum.


Spurningur hvat føroyingar siga

Skak-Nielsen heldur annars, at spurningurin um fullveldi er eitt mál, sum føroyska fólkið má taka støðu til. -Eru føroyingar fúsir til at sleppa tí livifóti, sum teir hava í dag orsakað av sambandinum við Danmark? spyr hann og sigur seg hava stóra virðing fyri tí, sum Høgni Hoydal sigur, nevniliga at hetta er ein moralsk avbjóðing fyri Føroya fólk. Samtíðis spyr hann, um fólk vilja gjalda prísin, sum kann gerast sera høgur.

Skak-Nielsen heldur ikki, at føroyingar meta búskaparligu trupulleikarnar í nóg stórum álvara, tá tosað verður um fullveldi. -Eg eri vitandi um, at tað gongur nógv betur í Føroyum, at eitt nú flakavirkini eru við at verða kappingarfør. Hetta er eitt stórt plus. Men eg haldi ikki, at fiskivinnupolitikkurin er nóg ábyrgdarfullur.

Danski búskaparfrøðingurin, sum hevur brúkt stóran part av lívi sínum til at kunna seg við føroysk viðurskifti, ivast onga løtu í, at um blokkurin verður tikin burtur, so fer tað at kosta í vælferðini.

-Eg haldi eisini, at man frá danskari síðu eigur at vera konsekventur, soleiðis at vilja føroyingar gerast sjálvstøðug tjóð, so mugu teir eisini taka avleiðingina og sleppa blokkinum.

-Men skilur tú ikki, at føroyingar, sum kenna seg sum eitt fólk og ein tjóð, fegnir vilja hava sítt egna land, og eitt nú verða umboðaðir í ST sum sjálvstøðug tjóð?

-Eg havi fulla virðing fyri teimum føroyingum, sum hava hetta sjónarmið, men eg havi skilt, at tað finnast eisini mong fólk í Føroyum, sum vilja hava aðrar skipanir enn fullveldi.

Hvat heldur Skak-Nielsen um atfinningarnar ímóti blokkinum, sum verður tengdur saman við sponsku sjúku, tvs. at stuðul uttanfrá, sum tú fær upp í hendurnar, uttan at gera nakað stórvegis, forðar fyri einum náttúrligum vinnulívi!

-Tað er rætt, at um einki blokktilskot varð latið, so hevði livifóturin verið lægri, og harvið hevði kappingarførið eisini verið betri. Ein kann eisini sleppa undan hesum óhepnu avleiðingum av blokki, um ein klárar av halda lønirnar konstantar í einum longri tíðarskeiði.

-Men sær tú blokkin sum nakað ringt!

-Tað veldst um, hvønn málsetning tú hevur. Um málsetningurin er ein livifótur sum í øðrum londum, so er tað eitt pluss. Men tað er eisini rætt, at fyriuttan blokkin, so hevði tú havt eitt lægri útreiðslustøði, tú var meira kappingarførur og hevði møguleika fyri at hava fleiri í arbeiði.

Skak-Nielsen vísir á, at fáa føroyingar stórar inntøkur frá oljuni, so ivast hann tó stórliga í, um tað kann loysa arbeiðsloysistrupulleikarnar. Hann heldur ikki, at nógv arbeiði á landi ella á sjónum í sambandi við eina oljuvinnu kann loysa arbeiðsloysistrupulleikarnar.

Hetta virkar á sama hátt sum blokkurin.