Trygd
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
-Eg havi noterað mær atfinningarnar móti MRCC støðini, sum eru settir á prent. Síggi at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett sær eina skrá upp, hvussu man t.d. tøkniliga útbyggir støðina, soleiðis at hon er í samsvar við krøvini til nýggjastu tøknina á økinum og her serstakliga við bjarging fyri eygað. Og at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eisini vil endurskoða tær mannagongdir, sum eru. Hetta haldi eg er eitt sera positivt signal at senda út, og hevur landsstýrismaðurin í tí sambandi eisini gjørt løgtingið varugt við, at tað skulu gerast íløgur í nýggja tøkni.
-Vil tú harvið siga, at oljufeløgini, sum skulu til at bora næsta summar, skulu kenna seg trygg, tá tað um trygdina av sjónum ræður?
-Tey skulu kenna seg trygg, men tað er eingin loyna, at tekniska útgerðin hjá MRCC støðini eru ikki tann allar nýggjasta. Flestu ásanna, at støðin annars hevur virkað væl. Men tíðin fer við øllum, og eg trúgvi tað er neyðugt at gera nógvar ábøtur. Taka vit t.d. sendiútgerðina so er hon av slíkum slag, at tað næstan ikki fáast eykalutir til hana meira. Men landsstýrismaðurin hevur so tikið stigið og fer í holt við at uppgradera støðina, og tí haldi eg, at oljufeløgini, sum fara at arbeiða á landgrunninum næsta summar, skulu kenna seg trygg,