Olja og inntøkur
Virksemið, sum hevur tikið seg upp í sambandi við oljuleitingina, hevur fingið stóran týdning fyri fleiri føroyskar fyritøkur. Ein teirra er Føroya Tele. Oljuleitingin á landgrunninum er orsøkin til, at oljufeløg eru vorðin stórir kundar hjá Føroya Tele. Ein einstakan mánað í vetur hevur t.d. BP verið størsti einstaki kundin hjá Føroya Tele
Andras Róin, stjóri í Føroya Tele, vil ikki gera viðmerkingar til einstakar kundar men váttar, at oljufeløg hava verið sera góðir kundar hesar seinastu mánaðirnar. Talan er um bæði BP, Statoil, Hess og Agip, sum standa fyri boringunum í 1. leitiumfari.
-Tað er sera týdningarmikið fyri okkum sum fyritøka í menning, at vit fáa kundar, ið eru meira krevjandi og fáa okkum at møta nýggjum avbjóðingum. Sjálvur heldur Andras Róin, at teir hava verið førir fyri at møta hesum nýggja eftirspurninginum. Teir hava so eisini roynt at menna seg til tær nýggju avbjóðingarnar við eitt nú at vera við á oljuráðstevnum. Tað snýr seg at gera seg út til at møta nýggju oljukundunum, sum hava serstøk ynski.
Tað er neyvan heldur nakað dulsmál, at ein stórur partur av fartelefoninntøkunum stavar frá oljuvirkseminum, tvs. inntøkur frá eitt nú telefonum, sum eru skrásettar í londum við oljuvinnu sum eitt nú Bretlandi og Noregi.
Andras Róin er sera fegin um avbjóðingina teir fáa frá nýggju oljukundunum, tí teir henda vegin møta nýggj kundakrøv.
Nýggjan kaðal
Føroya Tele arbeiðir eisini við ætlanini at útbyggja samskiftisnetið millum
Føroyar og umheimin. Ætlanin er í næstum at hava fund við øll oljufeløgini, sum eru virkin á Føroyaleiðini. Hetta hevur samband við ætlanina at leggja ein nýggjan kaðal millum Ísland, Føroyar og bretska meginlandið. Arbeiðið er komið so mikið langt, at teir skulu til at finna fram til júst, hvar kaðalin skal ganga.
Tað hevur verið tosað um, at oljufeløgini, sum arbeiða vestan fyri Hetland, vilja hava fibrar lagdar uppá pallarnar. Her hevur serstakliga verið tosað við BP, sum stendur á odda fyri fleiri av oljukeldunum vestan fyri Hetland. Oljufeløgini vilja sera fegin minka um manningar sínar á oljupallunum og so fjarstýra meira frá landi av. Tað krevur fibrar. Tað er ikki nokk við radiolinki ella fylgisveini.
Ein kaðal úr Føroyum kann tí koma oljuvinnuni, sum arbeiðir vestan fyri Hetland sera væl við, og kemur tað eisini væl við hjá Føroya Tele og íslendingum, um oljufeløgini vilja vera við til at gera hesa íløguna. BP hevur arbeitt við eini ætlan at fáa fibrar umborð á bæði oljufeltini Schiehallion og Foinaven.
Bíligari
Annars hevur kreppan í fjarskiftisheiminum gjørt, at verkætlanin hjá Føroya Tele og íslendingum at leggja kaðal millum londini og inn á meginlandið er vorðin munandi bíligari. Prísurin hevur verið 500 til 600 mill. kr. men nú er hann niðri á góðum 400 mill. kr.
Endaliga modellið er ikki klárt men lagt er upp til, at føroyingar gjalda ein fimting og íslendingar fýra fimtingar av verkætlanini. Koma oljufeløgini inn, so koma tey eisini at bera ein part av íløguni. Ætlanin er at fáa alt uppá pláss innan mars næsta ár.
Verður framleiðsla á føroyskum øki so verður eisini tørvur á betri telesamskifti. Tó er hesin tørvurin longu veruligur, tí verandi kaðalin nøktar ikki tørvin einsamallur. Tað ber ikki til at veita eykaorku, um verandi kaðalin svíkur.