Fyri góðum mánað síðani bórust tíðindini um, at AP Møller fyritøkan Danbor Service í Esbjerg er sinnað til at gera íløgur í eina komandi oljuútgerðarhavn á Drelnesi - saman við samstarvsfeløgum í Suðuroynni.
Síðani hevur býráðsformaðurin í Havn víst á, at Sund uttan iva er best egnaða økið til oljuútgerðarhavn. Sosialurin hevur skilt, at í hesi vikuni er ætlanin at almannakunngera ætlanir fyri útgerðarhavnir bæði í Suðuroynni og í miðstaðarøkinum.
Meðan býráðsformaðurin í Havn heldur, at vinnan sjálv eigur at gera av, hvar oljuútgerðarhavnin skal vera, so metir býráðsformaðurin á Tvøroyri eitt sindur øðrvísi um málið.
Hann heldur, at landspolitikararnir í Føroyum mugu gera sær greitt, hvat teir vilja við hesum landi og sipar hann her til spurningin um eina oljuútgerðarhavn. Alt bendir á, at tað er nóg mikið við eini slíkari havn, og heldur Páll Vang tað tað einasta rætta vera at leggja hana í Suðuroynni. Skal oyggin ikki heilt verða afturúrsigld, so má ein slík nýggj vinna sum oljuvinnan koma oynni til hjálpar. Í veruleikanum er henda vinnan einasta bjargingin hjá oynni sigur býráðsformaðurin á Tvøroyri.
Andsøgn frá Leivi Hansen
Páll Vang sigur seg hava lisið væl og virðiliga tað býráðsformaðurin í Havn hevur sagt við Sosialin um oljuhavn og onnur mál av áhuga og heldur hann andsøgn verða í nógvum av tí, sum Leivur Hansen førir fram.
-Havnin veksur so skjótt, at hon klárar ikki at fylgja við segði Leivur Hansen í samrøðu við blaðið herfyri. Og tað er milt sagt, at eitt sindur í andstøgn til tað hann nú sigur, nevniliga at tað einasta rætta er at leggja eina oljuútgerðarhavn í miðstaðarøkinum. Tá hann so sigur, at ein sum kompensatión kann flyta toll- og skatt út, so kann eg bert upplýsa, at hesir stovnar longu eru á Tvøroyri.
-Ein onnur andsøgn er hon, sigur Páll Vang víðari, tá sami býráðsformaður í grein í blaðnum vísir á, at politikararnir skulu ikki leggja seg út í vinnuna og sipar her til, hvar ein oljuútgerðarhavn skal liggja - fyri síðani í somu samrøðu at siga, at Havnin í dag eigur ongan góðan á løgtingi, sum kann tala søk kommunurnar, eins og støðan var, tá Kjartan Mohr, sáli livdi. Tvs. at Leivur Hansen kortini fegin sær, at løgtingspolitikarar hjálpa Havnina - um somu tíð, sum at teir ikki skulu blanda seg uppí. Hetta hongur ikki saman.
Gerið landspartakanningar
Páll Vang vísir síðani til tað, sum landsbankastjórin segði herfyri um, at tað skjótt fór at verða brúk fyri at innflyta fremmanda arbeiðsmegi. -Eg haldi, at bæði Hagstova, Landsbanki, Fíggjarmálastýri oo. áttu at gjørt landspartakanningar, sum vístu, bæði hvussu fólkið í Føroyum er samansett í aldursbólkar og harumframt gjørt inntøkukanningar og vinnulívskanningar, so talan ikki bert er um pástandir frá Páll Vang og øðrum umboðum fyri bygdirnar í Føroyum, sum ditta sær at vísa á óhepnu gongdina.
Hann vísir á, at meðan meðal skattainttøkan í Tórshavnar kommunu er 120.000 kr. liggja fleiri kommunur í Suðuroyunni á 60.000 kr. í meðal í skatt-skyldugari inntøku. Tvs. at meðal familja í miðstaðarøkinum hevur dupult so nógv og meira at húsast við enn onkrar kommunur úti um landið. Undantikið grundstykkjaprísinum eru allir prísir í Føroyum eins, so ein kann skjótt síggja, hvussu ójøvn støðan er.
í 1995 vórðu 65% av øllum lønum útgoldnar í Suðurstreymi, hvar 35% av fólkinum búgva. Í Suðuroynni vóru 8% av lønunum útgoldnar til 12% av fólkinum. í Klaksvík var talið 9% til 13% av fólkinum. Hetta er gongdin alla staðni kring landið, meðan tað er beint øvugt í miðstaðarøkinum.
Páll Vang ber ótta fyri hesi gongd. Heldur hon fram, so verða 100% av øllum lønum útgoldin í Suðurstreymi í ár 2025.
Tað er við hesi sera óhugnaligu og skeivu gongd í huga, at Páll Vang vísir til ætlanina nú eisini at leggja útgerðarhavnina í miðstaðarøkinum.
Næst oljuleiðunum
-Skal Suðuroynni verða lív lagað, mugu ongar forðingar verða lagdur í vegin fyri at leggja oljuhavnina á Drelnesi. Annars endar alt púra galið. Páll Vang vísir á, at sambart serfrøðingum er bert brúk fyri eini oljuhavn í Føroyum, og nú tá Suðuroyggin liggur næst oljuleiðunum, er rættiliga nátúrligt at leggja hana her.
Hann vísir á, at munurin t.d. á fjarstøðani frá tí oljukelduni, sum liggur næst Føroyum, Foinaven, til Suðuroynna og til Havnina ella Skálafjørðin er rættiliga stórur. Tú skal rokna við einum 5 tímum í eykasigling, skal tú til miðstaðarøkið heldur enn til Suðriar og aftur á feltið.
Tá nomið verður við ætlaninar hjá AP Møller at gera íløgu í útgerðarhavn á Drelnesi sigur Páll Vang, at hann skal ikki úttala seg vegna Danbor í Esbjerg, men vísir bert til tað teir siga, nevniliga, at kemur ein útgerðarhavn norðan fyri, so gera teir eina í Suðuroynni. Teir eru jú vanir við kapping. Men Páll Vang sigur seg tó ivast í, hvussu heppið tað er fyri Føroyar at hava tvær oljuhavnir. Og tað er júst her, at landspolitikararnir - tvs. stýringin og samfelagstilrættaleggingin - koma inn í myndina.
Einasta bjarging
Páll Vang sær eina komandi oljuvinnu og her m.a. eina oljuútgerðahavn sum ta einastu bjarging fyri Suðuroynna. Tað verður avmarkað, hvussu nógv nýggj arbeiðspláss kunnu útvegast innan fiskivinnuna. Tí er oljuvinnan tann einasta ítøkiliga bjarging av oynni.
Og hóast tað er avmarkað virksemi í sambandi við eina leiting, so heldur hann tað vera sera umráðandi, hvar oljuhavnin verður løgd frá byrjan. Tí har fer so at verða ein líðandi útviklingur, ið fer at hava meira og meira virksemi við sær.
Páll Vang sigur, at sjálvt um útgerðarhavnin verður á Drelnesi, so fer hon ikki at taka nakað frá virkjunum norðanfyri. Virkini í miðøkinum koma so sanniliga at bjóða seg fram at servisera eina oljuvinnu. Landið er so lítið, at øll kunnu liva av hesum.
Býráðsformaðurin á Tvøroyri heldur, at meina politikararnir, landsstýrið o.o. nakað við, at vit skulu varðveita bygdirnar og útjaðaraøkini, so er ein oljuvinna eitt frálíkt høvi til at røkka hesum máli. Og við at leggja eitt nú eina oljuútgerðarhavn í Suðuroynni tekur ein ikki nakað frá øðrum. Talan er um nakað nýtt, sum kemur.
-Eg haldi, at okkara landspolitikarar eiga at seta sær spurningin: hvat vilja vit við Føroyum? Skal alt virksemi vera í miðstaðarøkinum og nøkrum heilt fáum plássum, ella skal tað spjaðast út? Skal útviklingurin stýrast ella skal vinnan aleina avgera útviklingin og hvussu landið verður bygt út í framtíðini spyr Páll Vang?
-Tað kemur til eitt psykologiskt mark í einihvørji bygd og oyggj. Kemur ikki okkurt nýtt, so flyta tey fólkini, sum hava áræði og vilja, burtur. Ein stórur partur av teimum, sum eru eftir, vera tíanverri oftani tey, sum ikki hava initiativ og áræði. Harvið er ikki nakað ilt sagt um tey, sum eru eftir. Men tað slepst ikki undan, at tú kemur inn í ein óndan sirkul, tá eitt nú ungdómurin, handverkarar og tey útbúnu rýma, ein sirkul, sum ongan enda fær, meðan útviklingurin í Havnini við servicefakum og almennum tænastum og hópi av nýútbúnum fólkum, er ein sirkul, sum førir hin vegin, nevniliga, har alt stuðlar hvørjum øðrum og skapar lív og menning og ikki minst trivnað.
Páll Vang heldur, at býráðsformaðurin í Havn átti heldur at hugsað um at stuðla útflutninginum og ikki bara livað av landskassanum og blokkinum.