Tað eydnaðist ikki at fáa meiriluta í Vinnunevndini fyri at virksemið hjá loyvishavarunum sí Føroyum, skal ganga út frá Suðuroy.
Hetta var niðurstøðan av fundinum hjá nevndini fyrrapartin í gjár, og tað merkir, at tingið eftir øllum at døma fer at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum í oljumálum.
Tað vóru umboð Javnaðarfloksins, sum settu hetta ynski fram, og tað er í samsvari við tað lyfti, sum flokkurin hevur givið suðuroyingum í sambandi við eina framtíðar oljuvinnu.
Hendrik Old sigur við Sosialin, at hann er vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist, tí nú fer at tað ganga long tíð, áðrenn tað aftur fer at bera til, at seta slíkt uppskot fram.
Hann er serliga vónbrotin av Tjóðveldisflokkinum, sum eftir øllum at døma hevur havt ein innanhýsis trupulleika í hesum málinum.
? Suðuroyggin er illa fyri tá tað kemur til arbeiði, og tað er langt ímillum, at tað kemur ein nýggj vinna, sigur Hendrik Old, sum kortini ikki hevur mist mótið uppá, at tað kortini kann eydnast at fáa hesa broyting ígjøgnum tá málið kemur fyri í tinginum.
Samgongan
stendur sama
Heini O. Heinesen, formaður í Tjóðveldisflokkinum segði við Sosialin beint eftir fundin hjá Vinnunevndini, at hann sjálvur saktans kundi atkvøtt fyri at virksemi skal vera í Suðuroynni, men at samgongan er samd um, at tað ikki skal lógevast um hetta.
Hann vísti á vandan um alt ov nógvar kommunur fóru at kappast um oljuhavnirnar og vísti eisini á, at norðmenn høvdu valt, at lóggeva á økinum.
Hinvegin dugdi hann ikki at síggja, at flokkur hansara hevði ein trupulleika av, at teir fyrst játtaðu at hjálpa suðuroyingum og síðani tóku undir við óbroyttari lóg.
? Málið skal fyri í tinginum og tá kunnu vit atkvøða, sigur Heini.
Almenna oljufelagið eisini uttanfyri
Saman við Javnaðarumboðunum royndi Alfred Olsen eisini at fáa einum møguligum almennum oljufelag eina optión í loyvinum, men heldur ikki hetta eydnaðist.
? Tí eri eg keddur av, tí tað einasta sum ein optión merkir er, at so kann mann fara upp í, um so er at mann vil tað. Um vit ikki vilja fara uppí, so er ein annar møguleiki, at selja optiónina og tann peningurin hevði so fallið í landskassan, sigur Hendrik Old.
Samgongunevndarlimirnir valdu at taka undir við upprunauppskotinum, sum landsstýrismaðurin í oljumálum legði tað fram, og har stendur, at tað verður mælt frá at seta alment landsoljufelag á stovn, bæði tí, at so kann væntast at feløgini seta krøv um lægri skattir, og kann ávirka okkara støðu sum oljuøki.