Oljulóg fyri tingið í nov.

Helst verður oljulóggávan løgd fyri tingið um fáar vikur. Arbeiðið uppá útbjóðingarumfarið líður eisini væl, hóast her restar nakað



Tað verður arbeitt við fullari ferð í Vinnumáladeildini í Tinganesi at fáa uppskotið til oljulóggávu niðan í tingið.

Arne Poulsen, vinnumálastjóri sigur við Sosialin, at hann kann ikki í løtuni seta nakran ávísan dag á, nær uppskotið fer í tingið, men ætlanin er at halda upprunaligu tíðarætlanina. Tvs. at lóggávan kemur í tingið í heyst.

Sosialurin skilur, at talan verður neyvan langt inn í næsta mánað.

Uppá fyrispurning hvussu gongur við arbeiðinum uppá treytir og reglur og fylgilógir í sambandi við eitt fyrsta útbjóðingarumfar sigur Arne Poulsen, at ein partur av hesum arbeiðinum er longu gjørdur. Hann vil tó ikki siga, hvussu langt málið er komið. Hann váttar tó, at tá oljulóggávan er komin í tingið og samtykt, so skuldi ikki gingið so nógv tíð til lisensmálið kom fyri.

Tað hevur annars verið ætlanin alla tíðina, at 1. lisensrundan við Føroyar skuldi bjóðast út tíðliga í 1998.

Spurningurin er so um marknatrætan við Bretland kann vera við til at útseta eina útbjóðing. Hetta er nakað, sum ikki minst fleiri av oljufeløgunum bera ótta fyri.

Sosialurin hevur frá keldum fingið at vita, at hóast føroyingar meta tað vera spell og óheppið, at markið ikki er ásett, áðrenn øki skulu bjóðast út, so verður ein 1. útbjóðing ikki nervað av hesum ávum.

-Vit hava gjørt eitt so stórt fyrireikandi arbeiði, og oljufeløgini hava í sínum lag brúkt nógva orku til at fyrireika seg til 1. útbjóðingarumfar, at hetta verður at fara fram sum higartil ætlað sigur keldan við blaðið.



Víst verður eisini á, at oljufeløgini við royndarnominatiónini herfyri greitt vístu á mong sera áhugaverd øki, sum ikki er umfevnd av marknatrætuni.

-Verður tað so, at bretar ikki vilja ganga við til eina ella aðra miðlinjuloysn, sum eisini føroyingar kunnu góðtaka, so fara vit í gongd við at bjóða tey mest áhugaverdu økini á landgrunninum út sigur keldan við blaðið.


Bretar tóku óvanligt stig

Bretar tóku annars stutt herfyri tað heldur óvanliga stigið at designera ein part av tí ?Hvíta økinum?. Orsøkin var tann, at BP hevði funnið eina stóra oljukeldu á sjálvum markinum og fyri at kunna fara í gongd og eisini fyri at fáa atgongd til keldur í grannalagnum, so gjørdi bretska stjórnin av at gera krav uppá eitt øki, sum annars hevur verið umfatað av samráðingunum millum Føroyar og Bretland.

Tann útbjóðingin skuldi latast upp 3. oktober. Stórur áhugi er fyri hesum nýggja økinum, men enn er einki upplýst um, hvussu nógv feløg hava søkt um at vera við.

Ein spurningur, sum kann taka seg upp og forða fyri eini leiting her, kann vera royndin hjá Greenpeace at fáa steðgað øllum framtíðar útbjóðingum vestan fyri Hetland útfrá einum EU-direktivi, sum krevur umfevnandi kanningar, áðrenn farast kann undir leiting í viðkvomum økjum.

Herfyri vísti ein dómstólur aftur kravi frá Greenpeace um at steðga 17. útbjóðing. Grundgevingin fyri at vísa tí aftur var tann, at Greenpeace var komið ov seint við hesum kravi. Nú kann henda, at felagsskapurin kann forða fyri eini útbjóðing í Hvíta økinum.