Oljupengar og førleikamenning
Tey flestu fólkini, ið høvdu leitað sær í Oljutingið mikukvøldið mundu hava áhuga í at vita, hvussu mannagongdin er, tá oljufeløgini lata pengar til førleikamenning, og hvat hesir pengar verða latnir til. Petur Joensen, deildarleiðari í Oljumálaráðnum helt ein áhugaverdan fyrilestur, men hann var eisini "bombarderaður" aftaná við spurningum.
Heitið á fyrilestrinum var "Hvørjar treytir eru fyri brúk av oljupengum til førleikamenning og føroyska luttøku og hvør skal førleikamennast"?
Oljufeløgini, sum fingu seks ára leitiloyvi í 2000, bundu seg sum part av føroysku luttøkuni til at lata umleið 86 mill. kr. yvir eitt seks ára skeið til førleikamenning av føroyskum vinnulívi. Petur Joensen vísti á, at ein høvuðsorsøkin til at oljufeløgini skulu lata pengar til førleikamenning av føroyskari vinnu er ynski og kravið frá myndugleikunum um, at føroyingar skulu luttaka í oljuvinnuni og var og er ein fortreytin fyri tí førleikamenning av vinnu og fólki. Hetta var so eisini nakað, sum oljufeløgini góðtóku.
Førleikamenningin, sum er grundað á føroyska luttøku í hesi vinnu, er trýliðað soleiðis, at oljufeløgini átaka sær at gera samstarvsavtalur millum føroyskar og útlendskar fyritøkur, at skipa so fyri, at føroyskar fyritøkur skulu hava veruligar møguleikar at bjóða uppá arbeiði og harvið sleppa uppí part og í triðja føri at skipa fyri førleikamenning. Endamálið við førleikamenningini er eisini at stuðla tí yvirskipaða endamálinum, nevniliga at víðka virkisøkið við vinningi fyri eyga tvs. fáa vinnur í gongd og tjena pengar og síðani at hækka vinnuliga førleikan beinleiðis og gjøgnum útbúgving og gransking.
Tað er sostatt ikki bara er ein spurningur um pengar. Tað áliggur oljufeløgunum at skipa fyri, at førleikin verður gjøgnumførdur.
Førleikamenningin skal geva okkum at eitt fundament at byggja á, soleiðis at føroyingar vera førir fyri at luttaka í olju- og gassídnaðinum. Tað vil so vera, at tað er ikki altíð lætt at avgera, hvat førleikamenning er. Petur Joensen vísti í hesum sambandi á, at førleikamenningin skal merkjast í fyritøkuni og skal helst verða nýskapandi. Tað hevur víst seg at vera trupult at definera olju- og gassídnað. Tað er jú eisini tørvur á royndum undirlevarandørum.
Ávísar treytir verða settar til tey feløg og stovnar, sum søkja um pengar til førleikamenning. Hesi pengar kunnu m.a. fara til skeið, ferðing og uppihald, løn til fólk í granskingarútbúgving, keyp av undirvísing, innanhýsis útreiðslur hjá loyvishavum og í serstøkum førum til útgerð. Tey, sum kunnu fáa av hesum pengum, eru fyritøkur, útbúgvingarstovnar, myndugleikar og í undantaksføri einstaklingar. Ein greið ætlan skal fyriliggja og skal eginpeningurin helst vera um tey 10%. Petur Joensen nevndi, at í orðaskiftinum hevur verið funnist at, at pengar til førleikamenning eru farnir av landinum. Tað helt hann ikki vera nakran trupulleika, tí vit hava jú eisini brúk fyri at fáa vitan og royndir uttanfyri landoddarnar.
Gjørt varð púra greitt, at tað er ikki Oljumálaráðið, sum umsitur førleikapengarnar. Tað eru oljufeløgini tvs. loyvissamtøkini, sum umsita sín stuðul og gjalda hann út. Og tí skulu umsóknir sendast beinleiðis til teirra. Eisini kunnu tey sjálvi taka stig til verkætlanir. Oljumálaráðið arbeiðir í løtuni við at gera eina vegleiðing um øll hesi viðurskiftini og fer hon at verða løgd út á netið á www.omr.fo.
Leikluturin hjá Oljumálaráðnum er at leggja karmarnar og árliga at fylgja upp verkætlanunum tvs. vita, hvussu gingist hevur.
Petur Joensen segði seg vóna, at pengar latnir til førleikamenning sum heild geva eins góð úrslit og tey, sum Hans Pauli Joensen frá Náttúruvísindadeildini kundi vísa í fyrilestri sínum (Síða 25). Tað er upp til loyvishavararnar og móttakararnar av pengunum at avgera, hvussu úrslitið av førleikamenningini verður. Hann gjørdi eisini púra greitt, at ongar stórvegis broytingar eru ella verða gjørdar sjálvum karminum í sambandi við førleikamenningina. Tað hevur verið frammi at lata pengar til mentan og ítrótt, men tað kemur ikki uppá tal uttan so at sjálvir karmarnir fyri førleikamenningini verða broyttir. Og tað kann bara landsstýrismaðurin saman við oljufeløgunum gera. Tí er tað meira ein politiskur spurningur, um oljupengarnir skulu fara til onnur øki í samfelagnum. Petur Joensen helt ikki, at tað vórðu ætlanir um broyta nakað annað enn at gera grundarlagið eitt sindur breiðari.
Uppá fyrispurning hvør hevur eftirlit við, at pengarnir nú verða brúktir rætt og um møguleiki er at kæra mál í hesum sambandi segði Petur Joensen, at tað finst eingin kærumyndugleiki. Oljufeløgini eiga pengarnar og tey gera av - út frá verandi karmum sjálvandi - hvør fær ja og hvør nei. Eru tey í iva um okkurt, so spyrja tey Oljumálaráðið. -Vit hava sett karmarnar, sum siga, at peningurin skal brúkast til vinnuliga førleikamenning. Oljumálaráðið nýtist ikki at síggja tær verkætlanir, sum verða góðtiknar.
Pengar, sum ikki verða brúktir av samlaðu 85 mill. kr. eftir at seks ára loyvið er útrunnið, fara í ein grunn, sum skal brúkast til føroysk endamál. Enn eru reglur ikki gjørdar fyri henda grunnin.