Drápið á tann iranska herleiðaran Qassem Soleimani fekk alt fyri eitt oljuprísn at hækka. Sambært vinnumiðlinum Bloomberg News fær amerikanska dronuálopið marknaðin til at óttast óstøðug viðurskifti í oljuframleiðandi londunum í Miðeystri.
Í morgun er oljuprísurin hækkaður við næstan trimum prosentum til oman fyi 68 dollarar fyri tunnuna.
Sambært amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, hevur ein amerikansk drona bumbað og dripið Qassem Soleimani í irakiska høvuðsstaðnum, Bagdad.
Hann var leiðari av eini grein av Kollveltingargarduni í iranska herinum, sum hevur stuðlað ymsum militsum í økinum so sum Hizbollahg, Hamas, houthiarnar í Yemen og shiamilitsir í Irak. Hann er harvið ein ógvuliga høgur hernaðarleiðari í Iran.
– Hækkingin í oljuprísinum beint nú stendst fyrst og fremst av amerikanska álopinum á ein høgtstandi heryvirmann, sigur Margaret Yang, sum er greinari av oljumarknaðinum fyri CMC Markets, við tíðindastovuna Reuters.
Bloomberg News leggja afturat, at óttin er, at drápið kann føra til hevndartiltøk ella beinleiðis hernaðarstríð, sum rakar oljuídnaðin.
– Sjálvt um eingi oljuverk ella oljuframleiðsla er rakt í álopinum, er drápið av einum av mest valdsmiklu hernaðarleiðarum í Iran ein provokatión, sum skapar spenning millum Iran og USA.
– Hetta økir óttan fyri vápanaðum samanbrestum, sum onnur lond kunnu verða drigin við í, skrivar Bloomberg.
Ovasti andaligi leiðarin í Iran, ayatollah Khamenei, hevur sambært Reuters svorið, at Iran fer at hevna drápið á Soleimani.
Hækkandi oljuprísurin eftir álopið kann eisini lesast í partabrævakursum hjá nøkrum av heimsins størstu oljufeløgum.
Shell, Exxon Mobil og BP merkja øll hækkandi partabrævakurs.
/ritzau/