Føroyskar útflutningsfyritøkur skulu ikki vænta nakra hjálp frá einum sterkari dollara í bræði. Vit frættu í vikuni at Fiskavirking, sum hevði eitt stórt hall seinasta ár, eisini hevði trupulleikar av einum veikum dollara.
Men so viknaði dollar í mun til euro aftur nógv í seinastu viku. Samstundis hækkar oljuprísurin stórliga, eisini til bága fyri føroyskan búskap. Standardoljan frá Brent-feltinum í Norðsjónum nærkast 50 $ fyri tunnuna, og amerikanska standardoljan er longu farin uppum hetta magiska mark.
Mánadagin í seinastu viku fekst 1,3055 $ fyri eina evru. Nú mánadagin gav ein evra ikki minni enn 1,3257 $, ella uppá eina viku gott 1,5 % meira. Tað sær so út, at henda gongdin kemur at halda fram eina tíð. Og orsøkina skulu vit finna í nøkrum løgnum, ikki haldgóðum viðurskiftum í amerikanska búskapinum, sum vit hava umtalað nakrar ferðir: Stórt hall bæði á handilsjavnanum og á landshúsarhaldinum.
Fara tjóðbankar at selja dollar-grunnarnar?
Tað, sum fekk dollaran at falla so nógv og knappliga týsdagin ? og samstundis evra at hækka ? var at ryktir gingu um at Suðurkorea var farið at selja burtur av sínum stóru dollargoymslum. Tað segðist, at teir ætlaðu at keypa fitt av evrum ístaðin, fyri á tann hátt at spjaða váðan. Tí, um dollar knappliga missir styrki á marknaðinum, so verða lond sum hava alla sína tiltaksvaluta í dollar, serliga hart rakt.
Fýra lond í Eysturasia hava heimsins størstu goymslur av dollars í teirra tjóðbankum. Tað eru Japan, Kina, Suðurkorea og Taiwan. Fóru hesi lond at selja burtur av dollargoymslunum, við tí í hyggju at keypa evrur í staðin, so hevði amerikanski dollarin og amerikanski búskapurin veruliga verið í vanda. Tað vísti seg hesuferð, at ryktini vóru skeiv. Suðurkoreanarar ætlaðu "bert" at broyta keypspolitik, tá tað galt virðisbrøv.
Tann hækkandi oljuprísurin virkar negativt í Europa og USA
Brent-oljan fór mána-dagin upp um 50 $ fyri tunnuna, og prísurin hevur verið javnt hækkandi síðan medio desember, tá hann var niðri á 38 $. Men í oktober í fjør var sami prísur eisini uppi á 50 $ ella eitt sindur meira.
Tá prísurin á olju gongur upp, er vanligt at síggja at kursurin á partabrøvum í fyritøkum, sum brúka nógva olju, falla. Eisini fyritøkur, sum framleiða vørur, sum brúka nógva olju ella oljuúrdráttir, bilar ella flogfør, minka í marknaðarvirði.
Kursurin á teimum europeisku bilframleið-arunum fall tí í seinastu viku. Bæði fransku PeugeotCitroen og Renault, týska Volkswagen og týskamerikanska DaimlerChrysler fullu í kursvirði. Bert luxusbilaframleiðarin Porsche gekk móti tendensinum og bleiv dýrari. Og fleiri flogfeløg eru farin at leggja serligt oljuavgjald á ferðaseðlar.