Prísurin á einari tunnu av olju er mánadagin hækkaður aftur til yvir 100 dollarar.
Hetta er eftir at friðarsamráðingarnar millum USA og Iran endaðu uttan gjøgnumbrot sunnudagin, og eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, gav boð um at stongja iranskar havnir í Hormuzsundinum.
Stutt eftir at asiatiski handilurin varð latin upp, hækkaði prísurin á altjóða benchmark-oljuni, Brent, við sjey prosentum til 102 dollarar.
Partabrøvini sóu eisini út til at falla í Asia, og amerikansku S&P 500 futures fall umleið 1,1 prosent tíðliga í handlinum.
Futures eru fíggjarligir sáttmálar, har tú samtykkir at keypa ella selja eitt partabræv til ein fastan prís í senn í framtíðini.
Teir kunnu handlast uttan fyri virðisbrævamarknaðartíð og geva tí eina tíðliga ávaring um, hvar marknaðurin fer, tá hann letur upp aftur.
Í farnu viku lækkaði oljuprísurin, meðan partabrøvini hækkaðu, eftir at Trump játtaði eina vápnahvíld í tvær vikur, har Pakistan var meklari.
Men broytingarnar í avtaluni gjørdist skjótt eyðsýnd, tá Ísrael helt fram við álopinum á Libanon, meðan Hormuzsundið de facto varð stongt.
Samráðingarnar í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad, endaðu við, at amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, sum stóð á odda fyri amerikansku sendinevndini, fór úr Pakistan uttan avtalu.
Iran og USA hava síðani bæði givið hvørjum øðrum skyldina fyri, at samráðingarnar slitnaðu.
Partarnir eru eisini ósamdir um, hvussu leingi samráðingarnar vardu.
Vance sigur, at tær vardu í 21 tímar, meðan ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í Iran sigur, at tær vardu millum 24 og 25 tímar.
Hormuzsundið er ein maritimur fløskuhálsur fyri ein fimta part av heimsins gass- og oljuflutningi, og stongsulin av sundinum hevur ført til hækkandi orkuprísir.
Trump segði sunnudagin, at olju- og bensinprísirnir kunnu vera høgir undir amerikanska miðskeiðisvalinum í november, og tað er ein sjáldsom viðurkenning av møguligu politisku ávirkanini av krígnum.
Ritzau/Reuters










