Oljuráðstevnan Offshore Faroes 2005 verður 18. januar

Úrslitið frá Rosebank /Lochnagar er sera týdningarmikið sigur Gregory T. Himes, Vice President of Global Exploration hjá Statoil. Hann vónar, at fundið fer at hava við sær, fleiri góð leitiúrslit bæði í bretskum og føroyskum øki, skrivar Vinnuhúsið í dag. Gregory T. Himes verður ein av framløgufólkunum á oljuráðstevnuni, sum í ár verður hildin týsdagin 18. januar í Norðurlandahúsinum

Oljuvinnufelagið hevur valt at býta oljuráðstevnuna upp í tveir partar. Fyrri partur snýr seg um oljuleiting á føroyskum øki og seinni partur um, hvat skal til fyri at tryggja vælferð Føroya.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum setir ráðstevnuna. So verður tikið fætur á oljupartinum. Av framløgum verður millum annað Sigurð í Jákupsstovu, stjóri í Olju-fyrisitingini. Hann fer at greiða frá aðru loyvisrundu á føroyska økinum, millum annað hvørji oljufeløg fingu leitiloyvi, um arbeiðsskránna hjá teimum og hvørjar framtíðar vónir-nar eru.
Gregory T. Himes, Vice President of Global Exploration frá Statoil fer síðani at greiða frá teirra áskoðan um framtíðar olju- og gass leiting. Gregory T. Himes hevur sagt, at úrslitið frá Rosebank/Lochnagar er sera týdningarmikið fyri arbeiðið hjá Statoil í hesum økinum. Hann vónar at fundið fer at hava við sær fleiri góð leitiúrslit bæði í bretskum og føroyskum øki.
Eisini Dave Lewis, Exploration Manager hjá Chevron Texaco fer at greiða frá hvørjar møguleikar tey síggja í Atlantsmótinum.
Statoil og Chevron Texaco hava júst kunngjørt at feløgini hava funnið eina stóra nøgd av olju og gassi í Rosebank/Lochnagar felt-inum, har Chevron Texaco er fyristøðufelag og Statoil eigur 30%. Feltið liggur beint við føroyska markið. Bæði Statoil og Chevron Texaco hava søkt um leitiloyvi í aðru loyvisrundu í Føroyum.
Føroya Kolvetni var millum mest aktivu feløgini við seinastu loyvisrundu í Bretlandi. Eisini hevur felagið sókt um loyvi í aðru loyvisrundu í Føroyum. Graham Stewart, stjóri fer at greiða frá teirra virksemi í økin-um. Eisini fer Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, at gera status yvir teirra virksemi í Bretlandi.
Síðst í hesum parti fara Petur Joensen, deildarstjóri í Oljufyrisitingini og Regin Hammer, fyrisitari hjá FOÍB at greiða, hvussu pengarnir til førleikamenningina eru brúktir og hvat er komið burturúr.
Næsti partur av oljuráðstevnuni er ikki minni áhugaverður. Her spyrja vit, hvussu tryggja vit vælferð Føroya í framtíðini?
Vit leggja út við íblástri frá øðrum londum. Fyrst fer Thorvaldur Gylfason, professari í búskapi við Universitetið í Íslandi at greiða frá, hvussu støðan er í Íslandi og hvat tey hava gjørt fyri at fáa búskapin minni tengdan at fiskivinnuni og harvið fingið eitt meira fjølbroytt vinnulív.
Somuleiðis fer Torger Reve, rektari og professari við BI Handilsháskúlan í Stavanger at tosa um at leggja ætlanir fyri vøkstur í einum samfelag, sum er so nógv merkt av einum tilfeingisbúskapi.
Johnny í Grótinum, cand. Polit, Føroya Sparikassi, fer síðani at tosa um vinnupolitik og búskaparvøkstur í Føroyum. Zvonko Mrdalo, búskaparfrøðingur hjá Hagstovu Føroya fer at vísa á, at tað ikki er bara fiskur føroyingar útflyta, men eisini tænastur av ym-iskum slag. Hetta vísur gjaldsjavnin hjá Føroyum, sum júst er gjørdur. Síðsta framløga hevur Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland. Hann fer at vísa á hvørjar forðingar hann sær í føroyska búskapinum fyri nýskapan. Hann fer eisini at koma við eini ætlan fyri, hvussu vit kunnu koma burtur frá hesi forðing.