Oljuserskatturin fyri landsstýrið í næstum

-Fíggjarmálastýrið er nú liðugt við uppskotið til oljuserskatt og verður uppskotið lagt fyri landsstýrið komandi mánadag.

Tað hevur nú í eina tíð verið bíðað í stórum spenningi eftir, hvat føroyskir myndugleikar fóru at leggja fram í sambandi við eina framtíðar skatting av komandi oljuframleiðslu á føroyska landgrunninum.

Nú røkist so fyri, at uppskot til serskatt verður lagt fram í næstum.

Nú tað loksins sær út til, at myndugleikarnir hava gjørt uppskot til allar treytirnar fyri 1. útbjóðing kundi verið áhugavert at hugt at, hvussu samlaða oljuskatta- og avgjaldsmyndin sær út: Oljufeløgini koma at rinda 2% í framleiðslugjaldi (royalty), síðani 27% í partafelagsskatti og loksins ein serskatt, sum er í trimum stigum. Høvuðssetningurin við hesum serskattinum er, at fáa oljufeløgini lítlar inntøkur, so fær landskassin eisini lítlar inntøkur, men fáa oljufeløgini stóran vinning, so fer landskassin eisini at fáa tað. Marginalskatturin er 57,1%. Men hann kemur bert at virka, um talan verður um veruliga stór oljufelt.

Sosialurin skilur, at føroysku myndugleikarnir, ið hava arbeitt við oljuskattinum, hava brúkt nógva orku at hyggja at treytunum í øðrum londum og hava so funnið eina skipan, sum verður mett at hóska til okkara viðurskifti.

Henda skipan - skilst - skal vera góð og rættvís mótvegis bæði landskassanum og oljufeløgunum. Skatturin er slíkur sum á fakmáli verður nevnt profittrelateraður. Tvs. at fáa oljufeløgini lítið burtur úr er tað sama galdandi fyri landskassan - og øvugt - fáa feløgini nógvan vinning av framleiðsluni, so skal landskassin eisini hava tað.

Í tilfarinum um serskattin, sum í næstum verður latið landsstýrinum, eru eisini hugsað dømi um, hvat ávís stødd á feltum kann geva í pengum til føroyska landskassan.

Blaðið hevur fingið roknskaparkønan við okkara oljuskattaskipan sum grundarlag at gera eitt roknistykki. Verður t.d. funnið eitt felt á stødd við Foinaven, ið er uppá 250 mill. tunnur, og oljuprísurin er 17 dollarar, so kann tað geva landskassanum í mesta lagi einar 800 mill. kr. um árið ella einar 7 mia. kr. tilsamans fyri alla livitíðina, sum vil vera umleið 15 ár. Hetta eru tó tøl, sum skulu takast við størsta fyrivarni.

Ganga vit nú út frá, at oljuprísurin er 25 dollarar fyri tunnuna, so kann inntøkan til landskassan, tá hon er uppá tað mesta, vera einar 2 mia. kr. um árið ella nærum eina heila fíggjarlóg. Hetta eru sjálvandi tøl, ið byggja á ein sera høgan oljuprís. Men hetta kann tó geva okkum eina fatan av, hvussu stórar upphæddir kunnu koma til føroyska samfelagið, um tað verða funnin meðalstór felt og oljuprísurin er høgur.

Ein kann so bert ímynda sær støðuna, um tað t.d. verða funnin fleiri felt og okkurt teirra er heilt stórt. Tann kann inntøkan til landskassan í besta føri verða fleiri fíggjarlógir.

Hetta eru so bert roknað dømi á páppírinum og í eini støðu, har nógvir ymiskir faktorar peika rætta vegin tvs. stødd á feltum, oljuprísur og ikki minst kostnaðurin at útbyggja feltini.

Umrøddu inntøkur - um so er at olja verður funnin - gerast fyrst veruleiki, tá framleiðsla er farin í gongd, tvs. í fyrsta lagi um ár 2007 ella so. Hetta er tó eisini ein giting, tí tað veldst um, nær og um olja í heila tikið verður funnin.


Fyrstu oljuskattakrónirnar í landskassan

Tað virksemið, sum longu hevur verið í sambandi við eina møguliga komandi oljuvinnu, hevur tó lagt nakað eftir seg so sum gjald fyri forkanningarloyvi ol. Tað frættist, at fyrstu skattakrónirnar frá manningum við seimsikkskipum, eftir at kolvetnisskattalógin kom í gildi í fjør, komu í landskassan um ársskiftið. Talan er tó bert um minni upphæddir. Men so skjótt seismiskar kanningar fara at verða gjørdar á føroyskum øki aftur verða manningarnar har skattaðar sambart kolvetnisskattalógina. Og tá fyrstu boripallarnir koma inn á føroyskt øki helst í ár 2001 skulu allar manningarnar har eisini skattast í Føroyum. Aftrat hesum koma so inntøkur frá tænastum og veitingum til leitingina. Tað er greitt, at tað skal ikki so nógv til fyrr enn tað munar í lítla føroyska samfelagnum.