Á marsipankløddu lágkøkuni brunnu 41 smá ljós. Við einum skálkabrosi blásti føðingardagsbarnið ljósini. Men hóast køku og kakao, hevði Jens ikki nógvar minuttir at njóta veitsluróman.
Hetta var dagin fyri dagin, og fleiri telefonsamrøður bíðaðu. Næsta morgun skuldi hann fyri Harald kong við nýggja fylginum av ráðharrum, sum skulu stýra Norra til komandi val um hálvtannað ár.
Jens Stoltenberg (smakka eftirnavnið!) er yngsti forsætisráðharri, Norra nakrantíð hevur havt. Men tad merkir ikki, at hann er óroyndur. Tvørtur ímóti telist hann millum tey mest garvaðu á Stórtinginum.
Stoltenberg yngri, sum hevur útbúgving í samfelagsbúskapi, hevur stórt sæd ongantíð gjørt annað enn verið politikari. Burtursæð frá einum stuttum klombri sum journalistur og ráðgevi. Hann er næstan føddur inn í reyðu leðurstólarnar í tinghúsinum á Leyvabakkanum í Oslo. Sonur navnframa Thorvald Stoltenberg, sum millum annað hevur borið heitið sum verjumálaráðharri, uttanríkismálaráðharri og friðarmillumgongumaður í fyrrverandi Jugoslavia, áðrenn hann gjørdist norskur sendirráðharri í Danmark. Stoltenberg eldri er nú eftirlønarmaður og kann vera dadda hjá abbabørnunum, meðan sonurin sessast á ovastu maktrókini.
Jens Stoltenberg kundi sitið í forsætisráðharrastólinum longu fyri fýra árum síðani. Í 1992 segði Gro Harlem Brundtland seg frá sum floksleiðari í Arbeiðaraflokkinum. Harlem Brundtland - ella Gro, sum øll rópa hana her - ynskti tá unga Stoltenberg í sess sín. Hóast Gro ongantíð segði tað alment, var lítil ivi um, at hon metti Jens vera arvaprinsin í Arbeiðaraflokkinum. Men tað gjørdist Thorbjørn Jagland, sum tók við sum floksleiðari, og í 1996 sum forsætisráðharri, tá Gro fór frá. Undir seinastu Gro-stjórnini frá 1993 til 1996, var Jens Stoltenberg ídnaðar- og orkumálaráðharri. Tá Jagland tók við, gjørdist Stoltenberg fíggjarmálaráðharri.
Sum orkumálaráðharri ferðaðist Stoltenberg kring knøttin til øll tey týðandi oljulondini. Hann fekk skjótt eyknevnið »oljusjeikurin«. Á norskum merkir »sjeikur« ikki tað sama sum »sjeikaligur«, hóast eisini seinra heitið hóskar væl til henda prúða mannin. Men arabisku oljusjeikarnir mundu neyvan halda tað vera hóskiligt, at norski oljumálaráðharrin ansaði børnum, fór til handils og vaskaði upp. Og Stoltenberg leggur stóra orku í at byggja eina hugmynd av sær sjálvum sum »konumaður«, ella rættari sagt »tad-er-sjálvsagt-at-deila-húsarhald-og-barnaansing-tá-bæði-arbeiða-úti-maður«.
Við einum langum hala av fjølmiðlafólki og fotografum hevur hann fylt beriposarnar við mjólk, breyði og páleggi. Sum um tað er ein ófrávíkilig avtala, at tílíkt má hann gera hvønn dag. Eingin umbering at kongur júst hevur biðið hann skipað nýggja stjórn! Ikki heilt trúverdugt kanska, men kortini ein virkin háttur at fáa boðini út um, at hann umboðar eitt nýtt ættarlið í norskum politikki.
Fyri tíggju árum síðani leiddi Stoltenberg eina nevnd kalla »mannsrolleutvalget«. Nevndin skuldi granska (trongu) korini hjá manninum í nýggja javnstøðusamfelagnum, har tað á ongan hátt er nóg mikið at ein maður er ein maður.
Jens Stoltenberg tykist hava funnið sær sítt pláss. At gerast stjórnarleiðari - og keypa døgurða og Dunnald til børnini sama dag - nærri ber helst ikki til at koma hugmyndini av einum, sum fær privatu og yrkisligu leiklutirnar at renna saman í eina hægri eind. Sjálvt Tony Blair gerst eitt sindur gráur og gamalsligur undir liðini á Jensi Stoltenberg...