Henda lógin kemur í kjalarvørrinum á kolvetnisskattalógini, sum varð samtykt nakað herfyri. Umframt hesa lógina hevur tingið eisini til viðgerðar uppskot til 1. útbjóðing og uppskot til standardloyvi.
Eftir Kolvetnisskattalógini verður skattlagt alt virksemi á føroyskum øki, sum hevur við forkanning, leiting og framleiðslu av kolvetnum og av virksemi knýtt at hesum.
Eftir nevndu lóg verður vanliga skyldan til at rinda skatt til landskassan víðkað, so øll, sum á føroyskum øki (sjóøkið og meginlandsstøðið íroknað) hava við kolvetnisvirksemi at gera, ella virksemi, sum er knýtt at hesum virksemi, koma undir skyldu til at rinda skatt til landskassan, hóast tey eftir verandi skattalóggávu ikki hava hesa skyldu.
Landsstýrismaðurin sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at endamálið við uppskotinum er at áseta reglur um, hvussu skattskyldan eftir kolvetnisskattalógini skal fyrisitast. Fyrisitingin av hesi skattskyldu snýr seg í høvuðsheitum um: 1. álíkning, 2. hvussu og nær álíknaði skatturin skal gjaldast, 3. skylduna av geva upplýsingar, 4. eftirlitsmøguleikan hjá skattavaldinum, 5. hvør ábyrgist fyri skatta- og avgjaldskrøvum landskassans, 6. sjálvuppgávu, 7. kærumøguleika og rættarsókn og 8. aðrar ásetingar.
Hóast endamálið við lógaruppskotinum er at áseta, hvussu skattskyldan sambært kolvetnisskattalógini skal umsitast, so er tað kortini so, at vanligu reglurnar í skattalógini um fyrisiting av skattskylduni eisini eru galdandi fyri skatting av kolvetnisvirksemi, um hetta lógaruppskot ikki ásetir annað. Við øðrum orðum eru vanligu reglurnar í skattalóggávuni um fyrisiting av skattskylduni eisini galdandi fyri skatt av kolvetnisvirksemi, um einki verður sagt um spurningin í hesum lógaruppskoti. Vit fara her at tríva í nakað av tí, sum stendur í lógarupskotinum.
Víst verður á at skattgjaldari, sum verður líknaður eftir hesum lógaruppskoti, verður settur í skatt av allari inntøku, sum er skattskyldug í Føroyum. Hevur ein skattgjaldari inntøku, sum fyri ein part er skattskyldug sambært kolvetnisnisskattalógini og fyri ein part er skattskyldug sambært vanligu skattalóggávuni, so skal hann setast í skatt av allari inntøku síni av Toll- og Skattaráð Føroyar.
Tey, sum verða líknað eftir hesum uppskoti, verða sostatt loyvishavarar og t.d. undirarbeiðstakarar teirra og útlendingar, sum koma at arbeiða á føroyskum øki fyri útlendskar arbeiðsgevarar.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður eisini greitt frá, hvørjar inntøkur, sum koma undir kolvetnisskattalógina: fyrsta søla av framleiddum kolvetnum, inntøka, sum er ásett sum ein partur av framleiddum kolvetnum ella virðinum á tí, vinningur ella tap við beinleiðis ella óbeinleiðis at lata frá sær loyvisbræv, loyvi ella rættindi til at forkanna, leita eftir ella framleiða kolvetni, vinning ella tap við sølu av rakstrargøgnum, skipum og bygningum, sum bert verða nýtt í sambandi við forkanningar- og leitingarvirksemi og til framleiðsluna av kolvetni.
Skatturin av hesum inntøkum fer allur í landskassan. Skattaprosentið er tað sama sum fyri partafeløg - í løtuni 27% og tað ger ongan mun, um hin skattkyldugi er eitt felag, ella talan er um eitt persónliga rikið virki. Inntøka av hesum slagi verður gjørd upp fyri seg, og inntøkurskatturin verður roknaður serstakt av hesi inntøku.
Fyrimunir
Í viðmerkingunum sigur landsstýrismaðurin annars, at tað í okkara grannalondum, sum skatta inntøkur frá kolvetnisvirksemi, verður kravt, at fyribilsskattur skal rindast av hesum inntøkum. Hetta lógaruppskotið hevur so við sær, at eingin fyribilsskattur verður rindaður, men at skatturin verður goldin árið eftir í trimum gjøldum. Hetta er sama skipan sum í dag er galdandi fyri partafeløg, sum eru skrásett í Føroyum. Talan er sostatt um reglur, sum í mun til onnur lond geva fyrimnunir til tey, sum skulu rinda skatt av inntøkum frá kolvetnisviksemi í Føroyum.
Sambært lógaruppskotinum skulu løntakarar, sum koma inn á føroyskt øki at arbeiða fyri útlendskar arbeiðsgevarar, rinda ein endaligan bruttoskatt eftir reglunum, sum eru ásettar í kolvetnisskattalógini og skulu ikki lata inn sjálvuppgávu. Bruttoskatturin er sambært nevnda uppskoti ásettur til at vera 35% av bruttoinntøkuni
Skotið verður annars upp, at avvarðandi loyvishavari kemur at ábyrgjast fyri ógoldin skattakrøv, sum arbeiðstakari hansara ella undirarbeiðstakari arbeiðstakarans skylda landskassanum. Hetta hevur við sær, at loyvishavarin kann verða kravdur eftir teimum skattum, sum ikki verða goldnir.
Annars verður skotið upp, at loyvishavari ókravdur skal hava skyldu mótvegis skattavaldinum at savna saman og lata inn allar neyðugar upplýsingar frá teimum, sum vinna inntøkur sambært hesum loyvi.
Skotið verður somuleiðis upp, at loyvishavari til fulnar ábyrgist fyri ógoldnar skattir, avgjøld og falanar rentur, sum arbeiðstakari hansara ella undirarbeiðstakari arbeiðstakarans og undirarbeiðstakari í øllum seinni liðum skyldar landskassanum.
Grundgevingin fyri hesum er, at eyðkenni fyri hesa vinnu eru lutfallsliga stór fíggjarlig áhugamál, har fyritøkur velja at loysa arbeiðsuppgávur í samtøkum, sum serliga tá tað snýr seg um kolvetnisframleiðslu, eru uppbygd í stórar og torgreiddar stigskipanir.
Í tann mun at skattgjaldari ikki rindar fyri krøv beinanvegin og er rýmdur av føroyskm øki, hvílir gjaldskyldan á loyvishavaranum.
Landsstýrið sigur víðari í viðmerkingunum til tær serligu skyldur, sum verða álagdar loyvishavara, at tær eru ein beinleiðis avleiðing av royndunum, sum útlendskar fyrisitingar hava gjørt. Royndir í øðrum londum vísa t.d. at umleið 20% av undirarbeiðstakarunum sleppa sær avstað aftur uttan at gera sína skyldu. Tí verður mett, at skilabest er at leggja ábyrgdina fyri gjalding av møguligum eftirstøðum á loyvishavaran. Hugsast kann, at tað verður sera trupult at fyrisita eina innkrevjingarskipan, sum skal krevja ógoldin gjøld inn frá virkjum, sum eru heimahoyrandi í fjarskotnum londum.