Olofson hevur skrivað bók

Peter O. K. Olofson hevur skrivað bók um lokaløkið, har hann nu býr

Peter O. K. Olofson, sum var prestur í Føroyum í fleiri ár, hevur útgivið eina bók á donskum máli. Bókin hevur heitið »Vålse, Falster og Evigheden«. Bókin snýr seg um lokaløkið, har Peter O. K. Olofson nú býr.

 

– Í 2014 sótu eg og konan í Tansania og hugdu eftir húsum á Lolland-Falster. Vit funnu Vålse. Í 2016 flutti vit higar at búgva fast. Fyri at kunna festa røtur og fyri at kenna seg heima, skal søgan helst inn undir húðina. Men tað er ikki bert ein søga, sum skal sigast, tað er eitt evangelium, sum skal hoyrast, um vit skulu festa røtur bæði tí jørðiska og himmalska, skrivar Peter O. K. Olofson í fororðunum.

 

Bókin er grundað á kanningararbeiði og fyrilestrar, sum Olofson hevur havt. Nú eru fyrilestrarnir tillagaðir eina bókaútgávu við teksti og myndum.

 

Olofson skrivar um bygdina Vålse og serstaka hending har, tá ið starvssetanin av prestinum Niels Peter Arboe-Rasmussen hevði við sær, at ein serlig lóg, Vålse lov, varð samtykt í Fólkatinginum. Síðan skrivar hann søgur av kirkjugørðum á Falster og endar við at hugleiða um ævinleikan.

 

– Væl komin til Vålse og Falster við áskoðan á ævinleikan. Góðan lesihug, skrivar Olofson at enda í fororðunum.

 

Bókin er 104 síður til støddar og er útgivin av Neema Forlag.

 

##med2##