OLSENBANDENs sidste stik - seinast filmurin um Olsen Banden

? Hundehoveder, hængerøve, skidesprællere, amatører og elendige socialdemokrater? Hvør kennir hesi vælkendu illsinnisglepsini frá Egon Olsen í teimum 13 gomlu Olsen-Bandenfilmunum. Tann 18. desember verður tað vælkenda harkaliðið aftur at síggja á løriftinum í nýggjum filmi

Eirikur Lindenskov


Umsíðir síggja vit teir aftur - hin geniala Egon, tann altíð optimistiska Benny og ævugt óttafulla Kjeld. Aðrar úr filminum kenna vit eisini so væl: Tann aldrandi, men roynda kriminalassistentin, Jensen, sum er púra uttan vónir. Saman við honum síggja vit eisini tann »unga« Holm, tann valdsglaða, hástóra býrokratin, Hallandsen, deildarstjóra.

Vit hitta eisini sonin hjá Kjeld, sum eitur Børge og hin frísuta Búffin. Allir hesir figurar eru kendir og elskaðir úr teimum fyrru 13 Olsen-Banden filmunum - og allir eru teir við í nýggja filminum, sum verður frumsýndur í Havnar Bio fríggjakvøldið 18. desember - og ætlar tú tær til frumframførsluna, so kunnu vit heilsa úr Havnar Bio, at forsølan er byrjað.


Egon 17 ár á stovni

Í Olsen Bandens sidste stik síggja vit harkaliðið aftur fyri endaligu og seinastu ferð, og hóast merktir av elli, so eru allir tríggir framvegis fullir av eldhuga, tá Egon (Ove Sprogøe) hevur eina plan.

Av tilvild og við eitt sindur av skálkabrøgdum hevur tað eydnast honum at sloppið út eftir at hava búð í 17 ár á ymsum stovnum, og nú verður hann sameindur við gomlu makkararnar, Benny (Morten Grundwald), sum arbeiðir »svart« á taxastøðini Valbycentralen, og tann nú so lamna Kjeld (Poul Bundgaard), sum í koyristóli býr á einum røktarheimi, har hann verður biðlaður av elskuligu, men krevjandi Ruth (Grethe Sønck), sum eins og Yvonne væl veit, hvar skápið skal standa.


Wandenberg-skjølini?

Egon hevur sjálvandi eina plan - eina ætlan. Í veruleikanum hevur hann so nógvar ætlanir á goymslu, skaptir eftir fleiri á letigongd í fongslum og stovnum - men tíverri hevur onkur lagt hald á tær. Men ein vakran dag fær hann eitt reytt slitið kuffert við teimum tiltiknu og topployniligu Wandenberg skjølunum í hendi. ? Og tit kunnu lítið ætlað, at her er talan um eina stóra, vandamikla og virðismikla søk, sum kann oysa vanæru yvir stóran part av heimsins týdningarmestu kvinnum og monnum.

? Tí mugu skjølini beinast av vegnum - og tað ongantíð ov skjótt, leggur Hallandsen, deildarstjóri (Bjørn Watt-Boolsen) stóran dent á og áleggur hann tí virkisfúsa Holm-Hansen (Henrik Koefoed) at taka sær av málinum.

Burturbeiningin miseydnast tíverri í fyrstu atløgu, so aðalstýrið má venda sær til Egon Olsen - Egon, sum saman við Benny og Kjeld helst fer at finna út av, hvussu hetta málið skal loysast - sjálvandi fyri góða løn.


Hængerøve og elendige socialdemokrater?

Men óhepnir eru teir sum altíð - og so koma tey vælkendu orðini frá Egoni: »Hundehoveder, hængerøve, skidesprællere, amatører og elendige socialdemokrater«. Annar trupulleiki hjá teimum er sjálvandi Jensen, kriminalassistentur (Axel Strøbye), sum er vorðin eitt sindur eldri og nú arbeðir á deildini fyri fíggjarligan kriminalitet og tí altíð er til reiðar at handtaka onkran møguligan bakmann.

Olsen-Bandanum stendur tí ein trupul tíð fyri, har teir verða jagstraðir av sjálvum Búffinum (Ove Verner Hansen) og hjálpara hansara Alf (Michael Hasselflug), áðrenn alt savnast í eini hægri azurbláari eind, so teir kunnu njóta teirra otium í ævir allar?