Grandma's Basement ið hevur hittað við sangum sum Hon Fær Ongantíð Nokk, Gay og Getze, skulu spæla í kvøld sjómannadegnum. Klaksvíksbólkurin hevur nøkur fá ár á baki, men hevur megnað at gjørt vart við seg við teirra stuttligu og argandi løgum og framligu framførslu.
- Hetta er seinasta konsertin hjá okkum í summar, sigur Jón Jacobsen, sum er forsangari í bólkinum. - Vit ætla at geva okkum hundrað prosent, og hóast vit mangla tann eina guitarleikaran, lovi eg at tað verður fríkst og festligt.
Ungi tónleikabólkurin, sum hevur sín uppruna í kjallarnum hjá ommu trummuleikarans, trína á pall klokkan 22.00 í kvøld, og fara umframt at spæla kend hitt, eisini at framføra nýggja sangin Gluggasníkurin, ið eisini er at finna á Youtube: www.youtube.com/user/GrandmasBasement1