Ongan nýggjan bil fyri 60.000 í Føroyum

Á miðdegi kundu vit fortelja, at niðri er prískríggj um smáar bíligar bilar, so tað ber til at fáa ein spildurnýggjan bil fyri 60.000 krónur. Men so bíliga fæst eingin bilur í Føroyum – og verri enn so tað.

Eitt prísdømi er ein Chevrolet Spark LA, sum á danska marknaðinum kann keypast fyri 59.900 krónur. Akkurát sami bilur fæst ikki í Føroyum, men Auto Service selur ein Chevrolet Spark 1.0i Life+ fyri 129.000 krónur, sum altso er yvir 69.000 krónur – ella heili 115 prosent – dýrari.

 

Les eisini: Spildurnýggjan bil fyri 60.000 krónur


Pól Jákup Poulsen, stjóri í Auto Service, sigur tað vera ógjørligt hjá teimum at matsja danska prísin upp á 60.000 krónur.

Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.