Tað hava ongantíð verið so nógvir gestir á Ovastevnu sum í ár. Tað sigur Unn Perdomo, forkvinna í Stuðulsnevndini, við Rás2 í dag.
Nevndin hevur framvegis ikki fingið endaligu tølini, men Unn Perdomo sigur, at tað hava verið gott og væl 7000 fólk á Ovastevnu í ár.
- Vit eru sera væl nøgd. Orsøkin til, at Ovastevnan eydnaðist so væl, er helst, at veðrið var framúr, og at Ternan flutti gestirnir lætt og einfalt til Nólsoyar og aftur. Vit høvdu eisini leigað bátabrúgvar, sum fleiri gjørdu sær dælt av, sigur Unn Perdomo, forkvinna í Stuðulsnevndini.
Í morgin fær nevndin væntandi sett endalig tøl á. Tað hevur gingið væl við søluni, og stuðulsnevndin væntar sær eitt yvirskot.