Ongar drinks á Gallarí Jinx

Herfyri lat ein hugnalig kafé upp á Áarvegnum, har blómuhandilin hjá Trónd Hansen var. Jinx er ein heldur øðrvísi kafé við sera fjølbroyttari matarskrá. Kaféin hevur ikki fingið skeinkiloyvið enn, og tað merkist serliga um kvøldini, sigur eigarin Florentze á Skipagøtu

Gallarí Jinx er ein avbera hugnalig kafé, sum ber brá av útlendskum stíli við eini ørgrynnu av sløgum av kaffi og eini heldur øðrvísi matarskrá, enn føroyingar vanliga kenna frá einari kafé.
Inni er ljóst og gott pláss. Og um ein ynskir borð við vindeygað, so er Gallarí Jinx so sanniliga staðið at fara, har so gott sum øll plássini eru við vindeygað. Meðan ein etur ella bara fær sær ein kaffimunn og sigarett, kann ein sita og eygleiða lívið á Áarvegnum.
Florentze á Skipagøtu eigur og rekur Gallarí Jinx. Hon sigur, at hugskotið eigur hon sjálv.
? Hetta er júst so, sum eg hevði hugsað mær tað, sigur hon. Hon stúrdi tó eitt sindur fyri, meðan umbyggingin fór fram, at tað ikki fór at verða heilt, sum hon ynskti, men tað endaði tað so kortini við. Og tað fegnast hon um. So at siga tað einasta av upprunaliga hugskotinum hjá henni, sum ikki er eydnast henni enn, er ætlanin um at fáa skeinkiloyvið. Tað arbeiðir hon framvegis við, men hon veit ikki so nógv at siga um, nær hon kann vænta at fáa tað.
? Tað merkist sera væl um kvøldarnar, at her ikki er skeinkiloyvið. Tí tá er tað so at siga tómt her. Og tað eri eg vís í kemur av, at vit ikki hava skeinkiloyvi, sigur Florentze.
Annars letur hon sera væl at undirtøkuni, sum hennara spildurnýggja kafé hevur fingið millum fólk.
? Um dagarnar kemur nógv fólk. Summi til at eta eina máltíð, onnur til kaffi. Og summi sita og lesa bløðini ella skriva postkort, meðan tey eta, sigur Florentze.

Leygardagsbrunch
Millum matskráirnar er eitt, sum kallast leygardagsbrunch. Og tað er serstakliga vældámt. Tá sita nógvar barnafamiljur og hugna sær við einum góðum bita. Barnavognar standa uttanfyri og inni er fult av fólki.
?Tað taka fólk serliga væl undir við, sigur Florentze.
Stílurin í Gallarí Jinx er vælkendur uttanlanda. Florentze sigur, at hetta er púra vanligt uttanlanda og vældámt. Umframt eina spennandi og fjølbroytta matarskrá við øðrvísum máltíðum, so selur hon nógv ymisk sløg av kaffi. Espresso, Cappucino, Laté og so framvegis. Og tað taka fólk avbera væl undir við.
Ein kann næstan siga, at tað er harmiligt fyri kaféina, at hon ikki hevur skeinkiloyvið, tí ein kann væl ímynda sær, at tað kundi verið sera hugnaligt hjá fólki at dottið inn á gólvið til eitt glas av víni ella eina øl um kvøldið.
Florentze, sum frammanundan rak Café Natúr, er fullgreið yvir, hvat eitt skeinkiloyvi kann føra við sær. Men hon sigur, at hon við vilja hevur eitt sindur hægri prísir á teir sterkaru løgirnar, tí hon ynskir, at kaféin skal hava eitt ávíst klientel.
? Men so skal eisini líka sigast, at kundaskarin, sum hevur verið inni á gólvinum higartil, hevur verið sera fjølbroyttur, sigur hon og leggur afturat, at tað var tað, hon ynskti.
? Øll skulu kunna koma inn her, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Florenzte á Skipagøtu, sum eigur Gallarí Jinx, sum tó enn ikki kann bjóða gestum sínum nakrar sterkar drinks.