USA fer ikki at almannakunngera nakrar myndir av líkinum av Osama bin Laden. Tað hevur Barack Obama, forseti, avgjørt. Í CBS-sendingini ?60 Minutes?, sum verður send sunnudagin, sigur Obama, at hann fer ikki at almannakunngera myndir av tí deyða yvirgangsleiðaranum fyri at prógva, at hann er deyður.
Enn hava Hvítu Húsini ikki sagt, hví forsetin hevur tikið hesa avgerðina.
Fleiri amerikanskir politikarar hava sæð myndir av tí deyða bin Laden. Keldur siga, at myndiirnar eru ógvusligar á at líta og vísa, at bin Laden var skotin í andlitið. Politikararnir hava mælt stjórnini frá at almannakunngera myndirnar, tí teir bera ótta fyri, at tað kann koma amerikonskum hermonnum í lívsvanda.