Hondbóltur
Ein minuttur og 17 sekund vóru eftir á klokkuni, tá dómaraparið dømdi brotskast, eftir at Anna Kristina Samson varð tikin í gjøgnumbrotsroynd.
Við støðuni 23-25 á talvuni var hetta løtan, sum uttan iva kundi senda meistaraheitið til Klaksvíkar, men sum hinvegin eisini kundi geva VB eina seinastu vón, um royndin varð misnýtt.
Umstøðurnar høvdu ivaleyst verið nóg mikið til at givið fleiri leikarum kaldar føtur, men ikki Alinu Olaru hjá Stjørnuni. Hon fór púra køld fram til strikuna, og úr sjey metrum staðfesti hon, at Stjørnan í ár eigur besta kvinnuliðið í landinum.
Eftir dystin hittu vit Alinu, og spurd um júst brotskastið segði hon, at hon als ikki var í iva.
- Fleiri spurdu meg, um eg ikki hevði nervar, men tað hugsaði eg ikki um. Heldur ikki um týdningin, sum hetta kastið hevði. Fyri meg var hetta eitt brotskast eins og øll onnur. Onkra tíð skorar tú og onkra tíð ikki.
Hart arbeiði
Somikið einfalt kann tað altso vera at ogna sær eitt meistaraheiti í hondbólti, men var meistaraheitið og steypasigurin nakað, sum Alina hugsaði um, tá hon í vetur gjørdi av at skifta hondbóltstilveruna á Skála um við eina í Klaksvík.
- Sjálvandi var onkur, sum tosaði um greipuna, men eg visti í øllum førum, at tað fór at verða hart. Hart arbeiði, har allar eru við hvørja tí einastu ferð, skuldi til, og tann partin hava vit livað upp til. Tað gevur seg eisini aftur í dystum, tá nógv stendur á, tí vit eru allar til reiðar at stríðast fyri hvørjari aðrari.
Men tá tað so kemur til ein slíkan dyst, har alt árið skal avgerast yvir 60 minuttir. Koma tað ikki eitt sindur av nervum upp í spælið tá?
- Jú, kanska áðrenn. Men tá dysturin fyrst er byrjaðu, so spælir tú bara. Tá hugsar tú ikki um klokkuna ella annað, segði Alina Olaru at enda. Leikarin, sum kanska var avgerandi fyri meistaraheitið, og sum í øllum førum gav Stjørnuni ein stóran trumf til endaspælið.