Ongar samkyndar vígslur á skránni - enn

Leygardagin er lov hjá samkyndum at giftast borgarliga.

Fra og med den 1. juli 2017 kan byrådsformænd og sysselmændene således forrette vielser mellem to personer af samme køn”.

 

 

Soleiðis ljóða stuttu boðini, ið hava við sær, at 1. juli í ár kunnu samkynd giftast í Føroyum. Boðini er tey, sum borgarstjórar og sýslumenn hava fingið frá danska Børne- og Socialministerie.

  

 

Men enn hava eingi samkynd pør, sum in.fo veit um, umbiðið giftarmál. Hvørki Tórshavnar Kommuna, Klaksvíkar Kommuna ella LGBT kenna nakað til, at nakað samkynt par hevur biðið um vígslu leygardagin.

 

Hetta fer kanska at broytast í vikuni, tí ein borgarstjóri, Dennis Holm í Vági, váttar fyri in.fo, at hann hevur fingið ein fyrispurning, um hann er sinnaður at víga eitt samkynt par aftan á at lógin er komin í gildi.

 

- Tað havi eg svarað, at tað eri eg sinnaður at gera, men meiri enn tað kann eg ikki siga, sigur Dennis Holm við in.fo.

 

  

Seinastu árini hava vit sæð nógv dømi um, at føroysk samkynd blíva gift uttanlands, og mong teirra hava hildið veitsluna í Føroyum, hóast giftarmál teirra ikki hevur verið lógligt her á landi fyrr enn nú. Tað merkir so, at teir samkyndu føroyingar, sum eru giftir borgarliga uttanlands, leygardagin eisini verða mett sum gift í Føroyum.

 

 

So hóast eingin enn hevur umbiðið sær ein borgarstjóra til gildiskomudagin fyri borgarliga vígslu, so er møguligt at okkurt verður sett á skrá sum vikan líður.