Nýggi Smyril
? Tað eru ongar sparingar gjørdar á nýggja Smyrli.
Tað staðfestir Strandferðslan.
Annars hava seiglívað tíðindi gingið í Suðuroy um, at sparingar eru settar í verk umborð á nýggja Smyril, fyri at fáa hann biligari.
Eitt nú skuldu sylindarar verða spardir burtur á motorinum, so at hann kemur ikki at sigla tey 21 mílini, sum ásett varð.
Men hetta avsannar Magnus Magnussen á Strandferðsluni, sum hevur eftirlitið við byggingini.
? Motorararnir eru langt síðani settir í og teir eru akkurát, sum ætlanin var. Motorarnir eru heldur ikki nakað, sum verður broytt soleiðis í óðum verkum.
Tað hava eisini gingið søgur um, at sitiplássini umborð eru ov vánalig.
Smyril siglur mangan tíðliga um morgunin og tað er ongin loyna, at nógv ferðafólk seta stóran prís uppá, at nógvir benkur eru umborð á Smyrli, so at tey fáa lagt høvdið niðurat eina løtu.
Men nú verður sagt, at umborð á nýggja Smyrli eru bara stólar og ongir benkur.
Men tað avsannar Magnus Magnussen eisini.
Hann sigur, at tað eru uppaftur fleiri benkur umboð á nýggja Smyrli, enn tað eru umborð á Smyrli, sum nú siglur.
? Tað eru nógv fleiri sitipláss sum heild umborð á nýggja Smyrli. Tað eru fleiri stólar, men tað eru eisini nógv fleiri benkur, so møguleikarnir fyri at leggja seg fara at verða nógv betri á nýggja Smyrli, enn teir eru á hesum.
Men hann leggur afturat, at upprunaligavar ætlanin at tað skuldi ikki vera so nógvir benkur umborð.
Men eftir ynski frá suðuroyingum er tað broytt.
? Hetta er eitt dømi um ta ávirkan, sum brúkarin hevur havt á byggingina, sigur Magnus Magnussen.
Onki skil á arbeiðslagnum
Annars er støðan viðvíkjandi nýggja Smyrli rættiliga flótandi í løtuni.
Arbeiðsfólkið á Skipasmiðjuni er meiri og minni í verkfalli alla tíðina, tí teir vilja hava greiði á framtíðini.
Skipasmiðjan í San Fernando í Spania, ar Smyril verður bygdur, er ein av skipasmiðjunum í IZAR samtakinum, sum í summar fekk álagt at betala ovurhonds stóra upphædd aftur, sum tað skuldi havt fingið í ólógligum stuðuli úr spanska landskassanum.
Ì tí sambandi hevur verið tosað um at lata onkrar skipasmiðjur aftur og at einskilja aðrar og tað skapar órógv hjá arbeiðsfólkunum.
Hesndan seinasta tíðin hevur sostatt verið merkt av verkfalli.
Annars skuldu arbeiðsfólkið arbeiða fríggjadagin og í gjár, men so skuldi aftur tiltøk verða í dag og í morgin, har arbeiðið varð niðurlagt.
Men í gáramorgunin møtti ongin til arbeiðis, fyrrenn klokkan 11 og teir fóru til húsar aftur longu klokkan 14. Í dag skuldi vera sama skilið.
Sostatt er tað enn ongin, ið kann siga nakað um, nær nýggi Smyril verður liðugur.
Men Strandsferðslan hevur ikki sáttmála við hesa einstøku skipasmiðjuna. Sáttmálin er við IZAR samtakið, ið eigur nógvar skipasmiðjur. Men enn er spurningurin um at sleipa Smyril onkra aðrastaðni, ikki viðgjørdur.