Ongar útbyggingar á Tvøroyri næsta ár

Næsta ár skal brúkast til at rinda lán aftur

Næsta ár verða at kalla ongar íløgur í Tvøroyrar kommunu.

Tað kann staðfestast, nú fíggjarætlanin er løgd fyri Tvøroyrar Býráð.

Býráðið fer at bíða við at seta endaligu tølini á til í næsta mánað, tí tá fæst betri greiða á, hvussu inntøkurnar fara at vera.

Í ár verða inntøkurnar hjá kommununi 55,5 milliónir og fyribils væntar býráðið, at hon fer at vera eitt vet hægri næsta ár.

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at ætlanin er at varðveita sama barnafrádrátt, sum er 5.000 krónur fyri hvørt barnið.

Skatturin er 23,5 prosent, men borgarstjórin sigur, at enn er ikki avgjørt um hann lækkar næsta ár, tað veldst eisini um, hvussu støðan verður um ein mánað, tá ið tey nýggjast tølini yvir skattainntøkurnar og metingarnar næsta ár, fyriliggja.

 

Borgarstjórin sigur, at kommunan hevur eisini bundið seg til at stuðla Projekt Salt við tveimum milliónum krónum um ári til raksturin og tað er so ein nýggj útreiðsla hjá kommununi.

Men hann sigur, at í øllum førum verður ikki talan um íløgur næsta ár.

 

Við árslok verður skuldin hjá Tvøroyrar Kommuna 66 milliónir krónur og avtala er við Fíggjrmálaráðið um at koma niður á eina álíkning í skuld við árslok næsta ár.

Men í hesum sambandi er ikki heilt semja við Fíggjarmálaráðið um hvat skal teljast upp í eina álíkning.

Í Tvøroyrar Kommunu undrast tey á, at øll skuldin hjá kommununi skal teljast við, men endurgjaldið, kommunan fer fyri at yvirtaka eldraøkið, skal ikki teljast upp í.

 

Seinastu árini hevur býráðið gjørt stórar íløgur í ítróttardepil við Stórá og stóra djúphavn. Vøllurin er avgreiddur, men nú er tað djúphavnin, sum tyngir skuldina.

Kommunan fer at rinda 10-11 milliónir í avdrátti næsta ár.

Men hóast ílægurnar hava verið stórar, heldur hann, at tvørafólk vildi ikki verið tær fyri uttan, eitt nú djúphavnina, sum skapar nógv arbeiðspláss.

- Tað heldur hann, at tvørafólk eru fegnari fyri, enn tey høvdu verið fyri at havt eina kommunu við ongari skuld, men við ongari djúphavn, heldur borgarstjórin.