- Nú er nóg mikið tosað, nú skal tað vísast í verki!
Tað sigur Jógvan Skorheim, formaður fyri Nýtt Sjálvstýri.
Sum vit fortaldu her á www.in.fo í gjár, hevur Sjálvstýrisflokkurin nevniliga skift navn og hann eitur nú Nýtt Sjálvstýri.
Og við nýggjum navni kemur eisini nýggjur politikkur, sum kortini byggir á tey virði, flokkurin varð stovnaður upp á.
Og Jógvan Skorheim staðfestur, at eitt krav hjá Nýggjum Sjálvstýri verður, at ongi børn børn skulu fara svong í song í Føroyum.
Skal Nýggja Sjálvstýri í eina samgongu eftir løgtingsvalið í Heyst, verður tað sostatt eitt krav, at fátækadømið í Føroyum skal basast.
- Sjálvstýrisflokkurin verður ikki við í eini samgongu, verður tað ikki staðiliga ásett, at eingi børn skulu liva í fátækadømi í Føroyum, sigur Jógvan Skorheim.
Hann leggur afturat, at nú er nóg mikið tosað, nú skal tað vísast í verki.