Ongin dystur móti Russlandi

Tað verður ongin venjingarlandsdystur móti Russlandi á hesum sinni

Mynd: (Hans Erik Danielsen)

Fyri kortum skrivaði In.fo, at tað var ein møguleiki fyri, at Føroyar skuldu spæla venjingarlandsdyst móti Russlandi í Marbela í Spania. Hetta sum ein liður í venjingarleguni, har Føroyar skulu spæla móti Liktenstein 28. mars.

 

Les eisini: Føroyar móti Russlandi í Spania

 

- Vit fingu ein fyrispurning frá einum umboðsmanni, um at vit vóru áhugaðir í at spæla móti Russlandi 24. mars. Vit svaraðu játtandi upp á fyrispurningin, men hava ikki hoyrt aftur. Tí verður dysturin av ongum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í fótbóltssambandinum.

 

Tað er ikki óvanligt, at umboðsmenn spyrja seg fyri hjá FSF um møguligar venjingardystir. Mangan er talan um umboðsmenn, sum eru útsendir fyri at finna útav hvørji lond eru sinnaði at spæla venjingardystir.

 

- Sum vit skiltu tað, so leitar Russland eftir eini mótstøðu, ið er á støðið við londini, sum Russland skal spæla móti í EM endaspælinum. Vit eru nokk ikki komin hartil enn, sigur Virgar Hvidbro víðari.

 

Sum er, so fer føroyska A-landsliðið á venjingarlegu í Marbella í Spania 24. mars. Føroyar skulu spæla venjingarlandsdyst móti Liktenstein 28. mars.

Mynd: (Hans Erik Danielsen)

Mynd: (Hans Erik Danielsen)

Mynd: (Hans Erik Danielsen)

Mynd: (Hans Erik Danielsen)

Mynd: (Hans Erik Danielsen)