Tað verður ongin fólkaatkvøða um tey samkyndu á hesum sinni.
Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkinum, staðfestir, at tey ætlanin er slept um fáa fólkaatkvøðu í Føroyum um broytingarnar í revsilógini, sum tryggjaði samkynd ímóti happing.
Eftir at Løgtingið hevði samtykt nógv umrøddu grein 266-b í revsilógini nakað fyri jól, vóru tað nakrir løgtingslimir, sum boðaðu frá, at teir vóru at biðja Løgtingið skipa fyri fólkaatkvøðu um málið fyri at vita, hvørja støðu, vanligi føroyingurin hevði til broytingina.
- Tað var ein ávís undirtøka fyri at leggja uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at skipa fyri fólkaatkvøðu.
Ætlanin var at fáa ein tinglim úr Føroyum flokki at leggja málið fyri Løgtingið við tilvísing til andan í stýsiskipanarlógini, sum nevnir møguleikan fyri fólkatkvøðum.
- Vit hildu, at tað var rætt at vita, hvat Føroya Fólk hevði at siga til broytingarnar í 226-b, tí neyvan nakrantíð hevur nakað mál havt so stóran áhugað í almenninginum, sum hetta.
Tí ætlaðu tey at royna at fáa málið til fólkaatkvøðu.
- Tað gjørdu vit eisini í eini vón um, at hetta hevði fingið løgmann at bíða við at sent málið til ríkismyndugleikarnar.
Gassið farið úr ballónini
Men uppskot varð ongantíð lagt fram og Bill Justinussen boðar frá, at nú er ætlanin slept.
Og síðani er gassið fari úr ballónini og nú verður tað ikki lagt fram yvirhøvur!
- Jólini komu ímillum og so fóru tinglimir at ivast í, hvussu rætt tað var at leggja hetta til fólkaatkvøðu kortini, ásannar Bill Justinussen.
Summir teirra hildu, at tað var nyttuleyst og at teir vóru til reiðar at lata farið vera farið.
Tað blivu ymsar áskoðanir um, hvatr hendan ætlaða fólkaatkvøðan skuldi vera um.
Hann sigur, at ein spurningur, sum varð reistur, var, um tað ikki var rættari at fáa eina fólkaatkvøðu um “glíðibreytina”, sum hann málber seg.
- Tað vóru tinglimir sum hildu, at vit áttu heldur at royna at fáa eina fólkaatkvøðu um tey mál, sum kunnu hugsast at koma í kjalarvørrinum á grein 266-b.
Her varð hugsað um eina fólkaatkvøðu um skrásett parlag um rættin at ættleiða børn o.s.fr.
Men tað varð eisini hugsað um tær broytingar í arbeiðsmarknaðarlóggávuni, sum hendan broytingin í revsilógini kundi ført við sær.
- Í londunum kring onnur stendur beinleiðis í lógini, at í sambandi við starvssetanir, er tað ólógligt at taka atlit at kynsligari sannføring.
Bill Justinussen sigur, at í so máta er hendan broytingin at samanbera við javnstøðulógina.
- Bæði í javnstøðulógini og revsilógini verða nú ávísir bólkar í samfelagnum beinleiðis nevndir, sum skulu hava somu rættindi sum øll onnur.
Klárur við nýggjum kravi
Tað, sum Bill Justinussen er so hart ímóti, er at einstakir samfelagsbólkar verða tiknir burturúr heildini og verða serkilt nevndir í lógarverkinum.
Men hann heldur eisini, at tað kann vera torført at biðja um fólkaatkvøðu um mál, sum ikki eru uppi í politisku skipanini.
- Skulu vit hava eina fólkaatkvøðu, er tað neyðugt, at vit hava eitt ítøkiligt mál at leggja fyri fólkið og skal fólkaatkvøðan verða um tey viðurskifti, sum kanska fara at taka seg upp, er tað ikki nóg ítøkiligt at hava fólkaatkvøðu um.
Ella, sum onkur vildi orða tað: Tað er torført at halda fólkaatkvøðu um “hypotetiskar spurningar”.
Eftir standa so teir báðir tingmenninir fyri Miðflokkin, men teir duga ikki at síggja nakað skil í at leggja uppskotið fyri Løgtingið uttan at tryggja sær eina hampiliga undirtøku fyri tí.
Tí er ætlanin at skipa fyri fólkaatkøðu yvirhøvur, slept.
Men Bill Justinussen ger samstundis púra greitt, at teir fara at vera á varðhaldi.
- Kemur nakað uppskot aftur fyri Løgtingið, ið ber á hetta borðið, fer kravið um fólkaatkvøðu at verða reist alt fyri eitt, sigur hann.
- Skuldi tað hent, at onkur leggur líknandi uppskot fyri Løgtingið, hevði okkara fyrsta og fremsta krav verið at fingið tað til fólkaatkvøðu. Og tað haldi eg, at dygg undirtøka er fyri í Løgtinginum, sigur Bill Justinussen.