At ongin grind hevur lagt beinini í longri tíð sæst í kaggum og frystiboksum kring landið, men at ongin grind hevur lagt beinini síðan 22. august í fjør, kemur helst óvart á tey flestu. Seinasta grindin var í Tjørnuvík, meðan Regattasigling var í Sundalagnum.
Tað er eisini bara komið fyri sjey ferðir fyrr síðan 1709, at fyrsta grindin á árinum er komin eftir 1. oktobur. Eisini er tað soleiðis, at bara átta ár hava verið síðani 1709, har ongin grind hevur lagt beinini í Føroyum, so talan er veruliga um eina óvanliga støðu.
Tað vil við øðrum orðum hagtalsliga siga, at støðan í ár bara er komin fyri 15 ferðir í tey næstan 300 árini, vit hava hagtøl fyri grindadráp.
Grindir koma í aldum
Sambært kanning hjá Dorete Bloch, stjóra á Náttúrugripasavninum, kann grind koma fyri allar mánaðirnar í árinum, men vanligast er, at grindirnar verða dripnar um summarið. Har kann veðrið eisini spæla inn, tí grind verður oftast funnin í góðveðrið.
Men mann hevur eisini sæð, at grindir koma í aldum, har kambarnir eru umleið hvørji 100-110 ár og ein dalur er umleið hvørji 50 ár aftaná. Seinasti veruligi kamburin var í 1940’unum, og tí kundi hugsast, at vit eru á veg inn í ein aldudal nú, og næsti kamburin skuldi so komið um eini 50 ár.
Eitt, ið kundi líkst einum kambi var í 1980’unum, men hann er torførur at greiða frá.
- Tað vanliga er, at nógv grind er mitt í øldunum, og minni grind um aldarskiftini. Hvat hendi í 80’unum veit eg ikki, greiðir Dorete Bloch frá.
Ongin høgguslokkur
Sum skilst er ongin høgguslokkur í økinum kring Føroyar, og tað er høvuðsorsøkin til fáu grindirnar seinastu árini.
- Ongin høgguslokkur hevur verið í føroyskum økið síðani í 80’unum, og tað er yndisføðin hjá grind. Hinvegin roknar mann við, at grindin hevur livað av svartkjafti seinastu árini, og nú er spurningurin, hvat grindin hevur at veiða. Tað er í hvussu so er heilt víst, at grind ikki kemur til Føroyar fyri stuttleikar, og hon ávirkast ikki sjálv nakað serligt av kulda og hita, fortelur Hjálmar Hátún, havfrøðingur, sum saman við øðrum metir, at onkur sambond eru ímillum grindaveiðu og havtemperaturin.
- Soleiðis sum eg havi sæð tað, er neyvt samband ímillum dripnar grindir og temperaturin í økinum rundanum okkum. Tað hevur víst seg, at heitari tað er í havinum kring okkum, oftari leggur grind beinini í Føroyum. Hinvegin er torført at fáa seinastu árini at passa inn í skipanina, men tað hevur helst okkurt at gera við, at høgguslokkurin ikki er komin fyri seg aftur síðani í 80’unum.