Fiskasølan
Líka síðani Føroya Fiskasøla varð endurstovnað undir Framtaksgrunninum, hevur nógv verið tosað um at sølufyritøkan skuldi aftur á privatar hendur og at Framtaksgrunnurin skuldi selja síni partabrøv.
Síðani hevur fleiri ferðir verið róð framundir, at nú var tíðin komin at selja burturav Føroya Fiskasølu.
Men skal metast út frá tí, sum er farið fram hetta vikuskiftið, er tað í hvussu gravgangur eftir at keypa Partabrøv í Føroya Fiskasølu, í øllum førum ikki í Føroyum.
Hetta vikuskiftið hittust nøkur reiðarí á fundi fyri at vita, um áhugi var fyri at keypa partabrøv í Fisksaøluni.
Men tað var ikki hildið at vera ein góður handil.
Olaf Olsen var ein av teimum, sum var á fundinum, men hann sigur, at tað er ikki so nógv at siga um tað.
? Vit vóru nøkur reiðarí sum hittust at tosa um Fiskasøluna og fyri at vita um áhugi var at keypa partabrøv í henni.
Hann sigur, at niðurstøðan var, at ongin áhugi var fyri tí og tað kom heldur ongantíð so langt sum til at samráðingar vóru við, Framtaksgrunnin ella við Fiskasøluna um at keypa partabrøv í Fiskasøluni.
Hann vil ikki siga, hvussu nógv reiðarí vóru á fundi, ella hvørji tey vóru. Men talan var um nøkur av feskfiskareiðaríðunum í landinum.
Hann sigur, at kallað var saman til fundar í vitanini um at tað leingi hevur verið talan um hjá Framtaksgrunninum at selja partabrøv í Fiskasøluni.
Men reiðaríðini halda so ikki, at tað er nakar góður handil.
Ov stórur vági
? Vit halda, at tað er ov stóru vági forbundin við at Keypa Fiskasøluni afturat.
Bjarti Mohr var ein av reiðarunum, sum var á fundinum um vikuskiftið, at møguleikin fyri at keypa Fiskasøluna varð umrøddur.
Hann sigur, at eitt, sum tók áhuga frá teimum at royna at keypa seg inn í Fiskasøluna, var spurningurin um tann økta vágan, hetta førir við sær.
? Reiðaríðini hava átikið sær nóg stóran vága sum er og tí halda vit ikki at tað er rætt at átaka okkum størri vága við at keypa Fiskasøluna.
Hann vísir á, at føroyingar hava fiskað í yvir 100 ár, men nógv tey flestu av teimum árunum hava verið vánalig.
?Tí eiga vit ikki at lata okkum blinda av, at tað nú hevur gingið gott í nøkur ár.
Hann nevnir, at hóast tað eru nógvir partar í Fiskivinnuni, sum ganga væl í løtuni, eru tað eisini nógvir partar, sum ganga illa, eitt nú rækjuvinnan og alivinnan.
?Um eitt ár kann tað vera øvugt. Tað, hann sigur við hesum, er, at tað gongur upp og niður og at reiðaríðini halda seg ikki til at átaka sær størri vága við at keypa Fiskasøluna, enn tey longu hava við at reka skipini.
Ein sterk Fiskasøla
Bjarti Mohr leggur dent á, at talan er ikki um, at Framtaksgrunnurin hevur bjóðað teimum Fiskasøluna til sølu.
? Tað hevur onki samband verið ímillum Framtaksgrunnin og okkum, tað var ikki tí, fundurin var ímillum reiðaríðini.
?Fundurin var einans hildin fyri at kanna ein møguleika.
Hann sigur, at reiðaríðini bæði kanna møguleikan fyri at keypa ein part av Fiskasøluni ella at keypa hana alla sum hon var.
? Hesin møguleikin er nú sleptur og mær vitandi hendir ikki meiri í hesum máli.
Hann sigur, at ongar upphæddir vórðu nevndar.
Bjarti Mohr heldur, at fyri tað um reiðaríðini ikki hildu seg til at keypa Fiskasøluna, skal tað neyvan takast sum tekin um, at ongin áhugi ella vilji er í Føroyum yvirhøvur at keypa hana.
Men selur Framtaksgrunnurin Fiskasøluna, vónar hann, at grunnurin hugsar seg væl um og ikki tekur av teimum lættaru loysnunum, sum kunnu skaða føroyska fiskivinnu.
? Tað hevur alstóran týdning fyri fiskavirkini, at vit hava eina Fiskasølu, sum er so mikið sterk fíggjarliga, at hon kann fíggja sølurnar hjá virkjunum, kanska serliga teimum smærru fiskavirkjunum, tí júst fíggingin er ein afturvendandi trupulleiki hjá smáu virkjunum.
Tí vónar hann heldur ikki, at Fiskasølan verður lutað sundur og seld í bitum, tí vit hava brúk fyri eini sterkari eind. Hann hugsar m.a. um, at Fiskasølan selur nógv yymisk sløg av fiski.
Hann vónar eisini, at Fiskasasølan verður seld í Føroyum, tí verður hon seld av landinum, missa vit bæði vitan av landinum og ein samleika, sigur Bjarti Mohr.