Ferðsluóhapp
Ongin meiðslaði seg, tá ið tveir bilar rendu á hvønn annan á Hvítanesvegnum í Hoyvík mánakvøldið.
Tað var beint eftir klokkan níggju mánakvøldið, at tveir persónbilar rendi saman á Hvítanesvegnum, beint við Mannbrekku.
Førarin á einum bili, sum kom norðureftir, misti tamarhaldið á bilinum, so at hann kom yvir í vinstru síðu og rendi á einum bil, sum kom suðureftir.
Tað vóru bara teir báðir bilførararnir í bilunum og hóast onkrir snuddir vóru, staðfesti kanningar á Landssjúkrahúsinum, at ongin skaði var hendur, men bilarnir fóru rættiliga illa.
Løgreglan veit ikki, hví tann eini bilførarin misti tamarhaldið á bilinum.