Oljuframleiðslan
Andy Waring er sera fegin um skipið, Ið hevur roynst ómetaliga væl, síðani tað varð bygt fyri umleið 5 árum síðani. Tá var framsýningartúrur í Føroyum. Hann letur væl at móttøkuni her og heldur fólkið vera sera fyrikomandi og "relaxed", sum hann tekur til.
-Eg veit væl, at tit føroyingar eisini leita eftir olju, og at tit leggja stóran dent á bæðI trygd og umhvørvi. Hetta skipið er fyrsta floks tá tað snýr seg um trygd á einum oljufelti og somuleiðis til tess at kunna varðveita eitt reint umhvørvi. Tað eg veit um er ikki ein dropi av olju likin í havið, hóast tvey tangaskip uppá skift taka olju frá framleiðsluskipinum eina ferð um samdøgrið og flyta hana til oljuterminalin Flotta í Orknoyggjunum.
Foinaven feltið fór undir framleiðslu í mars 1997 sum tað fyrsta nakrantíð á Atlantsmótinum. Tað hevur gingið nógv betri enn væntað og verður 130.000 tunnur framleiddar um dagin. Hitt oljufeltið, Schiehallion , sum liggur nærhendis, er tó væl størri og framleiðir 150.000 tunnur um samdøgrið.
Grampian Frontier, sum fór av Havnini aftur í gjár eftir at hava skift manning, 12 mans, sum komu og fóru við leiguflogfari, er eitt sokallað "Multipurpose" skip, tvs. at tað røkir eina rúgvu av uppgávum kring oljufeltið eitt nú ansa eftir øðrum skipum, er tilreiðar at taka ímóti skaddum fólki frá framleiðsluskipinum og kann átaka sær eina rúgvu av uppgávum á feltinum. Eitt nú hevur tað framkomna útgerð til at gera upptøkur á havbotninum og í hesum sambandi verður fylgt væl við møguligari dálking. Teir fylgja so eisini lívinum í sjónum og latea upplýsingar víðari til avvarandi stovnar.
Andy Waring, skipari er annars ovfarin av, hvussu væl skipið hevur roynst eins og stóra oljuskipið har á leiðini. Hóast talan er um sera veðurbart øki, so hava tey staðið royndina. Men tað er mangan sera ótespiligt og hevur serstakliga ein aldu uppá umleið 30 metrar fest seg í minni hansara. ?Eg tók mynd av henni og vísir hon, hvussu risastórar aldurnar kunnu vera her umleiðir. Men hvørki tá ella aðra tíð er nakar skaði hendur.
Tað er Faromar við Johan Dahl, sum tekur sær av Grampian Frontier, tá tað er í Føroyum. Felagið umboðar Georg Craig fyritøkuna, sum hevur leigað skipið til BP í 10 ár.