Ongin støða tikin til ítróttagreinarnar

Óvist er, hvørjar ítróttagreinar verða á oyggjaleikunum í Føroyum

Ítróttasamband Føroya hevur ikki tikið støðu til, hvørjar ítróttagreinar skulu verða umboðaðar á oyggjaleikunum, sum ætlanin er at skipa fyri í Føroyum í 2029.

 

Tað er eitt krav frá nevndini hjá International Island Games Association, IIGA, at í minsta lagi 12 av 18 møguligum ítróttagreinum eru við á oyggjaleikunum.

 

Føroyar høvdu fingið í boði at skipa fyri oyggjaleikunum í 2019, men ÍSF noyddist at taka umsóknina aftur, tí fortreytirnar vóru ikki í lagi. Eitt nú vóru umstøðurnar til kappingarnar í golf, bogaskjóting og skjóting ikki nøktandi.

 

Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, sigur, at umstøðurnar hjá hesum trimum ítróttagreinunum eru framvegis ikki nóg góðar. Men samband er millum ítróttarfeløgini og Tórshavnar kommunu um at fáa viðurskiftini í rættlag. Eisini er ÍSF farið undir at hyggja eftir umstøðunum hjá hinum ítróttagreinunum fyri at kanna, um har eru viðurskifti, sum skulu dagførast.

 

Forsetin í ÍSF sigur, at tá umsókn verður send IIGA um at sleppa at hýsa oyggjaleikunum, skal nevndin hjá International Island Games Association eisini hava skrivliga váttan um, at viðurskiftini eru í lagi ella verða í lagi.

 

IIGA setur somuleiðis sum treyt, at víst verður á eina fíggjarliga trygd upp til tíggju milliónir krónur. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur boðað frá, at í næstum verður eitt lógaruppskot lagt fyri løgtingið um, at landskassin skal veita alment veðhald.

 

Elin H. Joensen sigur seg ikki ivast í, at Føroyar sleppa at hýsa oyggjaleikunum í 2029. Men tey vóna, at oyggjaleikirnir koma aftur til Føroya fyrr. Tað kann henda, um onkur oyggj, sum longu er í samráðingum við IIGA um at skipa fyri leikunum, ber seg undan.

 

- Hugburðurin millum fólk og eisini í politisku skipanini er, at vit vilja hava oyggjaleikirnar aftur til Føroya, sigur Elin H. Joensen, sum er sannførd um, at tað fer eisini at bera til at skipa fyri oyggjaleikunum, um Føroyar fáa tað í boði innan 2029.

 

Næsta ár verða oyggjaleikirnir á Gibraltar. Hvørki flogbóltur ella fimleikur, sum eru tvær stórar ítróttagreinar í Føroyum, verða við á leikunum á Gibraltar.

 

Tað er ikki enn greitt, hvar leikirnir verða í 2021, 2023, 2025 og 2027. Guernsey, Orknoyggjar, Ynys Mon og Isle of Man eru í uppskoti at hýsa leikunum hasi árini.