Ongin steðgar KÍF

Kollfirðingar hava saman við strandingum vunnið sær pláss í hálvfinaluni í steypakappingin hja monnum. KÍF vann 34-26 á Kyndli, meðan StÍF vann 31-20 á Team Klaksvík.

 

KÍF er ikki til at steðga í løtuni. Um vikuskiftið vunnu teir við níggju málum í Vestmanna móti VÍF, og í kvøld vunnu teir við átta málum móti Kyndil í steypakappingini.

 

KÍF fekk eina flúgvandi byrjan og var á odda bæði 13-4 og 16-7, áðrenn Kyndil fekk minkað um munin niður í fýra mál fyri hálvleik.

 

Í seinna hálvleiki gekk javnt á, men munurin varð ongantíð minni enn fýra mál. Hans Eli Sigurbjørnsson var toppskjútti hjá hiemaliðnum við átta málum, meðan Finnur Hansson royndi at halda Kyndli inni í dystinum við níggju málum.

 

Í Klaksvík vann StÍF greiðan 31-20 sigur á Team Klaksvík. Sum skilst úr Klaksvík, so var ongantíð nakar ivi um útfallið. StíF var omaná og nakað fyri hálvleik gjørdist munurin eisini stórur á máltalvuni. Støðan í hálvleikinum var 16-8 til gestirnar.

 

KÍF, StÍF og H71 eru nú komin í hálvfinalurnar. Seinasta fjórðingsfinalan verður í annaðkvøld, tá VÍF tekur móti Neistanum.

 

Coca Cola Cup steypakappingin menn – fjórðingsfinalur

H71 – Neisitin 27-25(Eftir umdyst)

Team Klaksvík – StÍF 20-31

KÍF – Kyndil 34-26

 

Hósdagin 10. jan 2013

19.30 VÍF – Neistin

 

Mynd: Ein fegin Ási Dam eftir dystin