Fyrr í vikuni var fótbóltssambandið í samráðingum við Albania, um ein venjingardyst í november. Dysturin verður tó av ongum, tí tað verður og dýrt.
Les eisini:Landsliðið kallað til venjing í úrtíð
Tað var annars komið so langt, at landsliðið hevði kallað inn til venjing, og at dysturin helst skuldi spælast 17. november í Albania. Albanska fótbóltssambandið kundi tó ikki standa við treytinum, sum teir annars komu við frá byrjan. Tí bleiv tað ov dýrt.
- Tað kostar væl meiri at fáa føroyska landsliðið til Albania, enn eitt nú onkur av hinum londunum í Evropa. Vit vóru í samráðingum, men Albania kláraði ikki at standa við treytirnar í upplegginum, so bleiv tað ov dýrt, sigur Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari hjá FSF.
Í fótbóltssambandinum harmast tey um, at venjingardystinum ikki bleiv av nøkrum. Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at fáa venjingardystir til føroyska landsliðið, tí tað er so dýrt.
- Vit harmast um, at tað glapp á hesum sinni, tá Albania nú kom við einum tilboði um at spæla ein venjingardyst. Tað er ein trupulleiki hjá okkum at fáa venjingardystir, tí tað er so dýrt, ásannar Kristin Dam Ziska.
Sostatt verður ætlaði venjingardysturin ikki av nøkrum á hesum sinni.