Ongin vil vera skúlastjóri

Starvið sum skúlastjóri á Venjingarskúlanum verður nú lýst leyst fyri triðju ferð. Lønin er ov lág, atferðartruplir næmingar krevja ov nógva orku og leiðsurnar kenna seg niðurbundnar.

Tað gongur striltið at fáa fólk at søkja starvið sum stjóri á Venjingarskúlanum – ja, í roynd og veru gongur tað als ikki.
Bert ein umsókn kom inn, tá starvið varð lýst leyst fyrstu ferð, og ongin nýggj umsókn kom inn aðru ferð. Og nú hevur viðkomandi, sum søkti, tikið sína umsókn aftur.
- So nú noyðast vit at lýsa starvið leyst fyri triðju ferð, sigur ein ikki sørt ørkymlaður Olaus Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum.
Hvør orsøkin er til hesa heldur løgnu støðu, er ilt at siga, men fólk hava sjálvsagt gjørt sær sínar tankar. Eitt nú verður ført fram, at lønin ikki svarar til ábyrgdina, og at atferðartruplir næmingar krevja ov nógva orku og tíð hjá leiðslunum, sum samstundis kenna seg niðurbundnar og máttleysar.

Hægri løn
Tey, sum vit hava prátað við eru samd um, at spurningurin um lønina kanska er ein av orsøkunum. Núverandi lønin er 37.000 krónur, umframt 16 prosent í eftirløn. Hetta eru einar 9.000 krónur meira enn ein lærari á hægsta stigi fær.
- Kanska er munurin millum inntøkuna hjá leiðaranum og vanliga læraranum ikki nóg stórur, í mun til stóru ábyrgdina hjá skúlastjóranum, sigur Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag. Hann viðgongur, at um lønin er trupulleikin, so er tað avgjørt ein uppgáva hjá felagnum at taka upp til samráðingarnar í heyst.
- Spurningurin er, um tíðin ikki er búgvin til, at leiðarar skúlans verða millum hægst løntu bólkunum í landinum. Tað er ómetaliga nógv fokus á skúlan og leiðslurnar, og uppgávurnar og krøvini tykjast bara at økjast, sigur hann.
Magnus Tausen staðfestir sostatt, at ongin ivi er um, at lønin skal upp, og at hon skal vera somikið góð, at hon er ein motivatiónsfaktorur í sjálvum sær.
Olaus Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum er samdur um, at ábyrgdin hjá leiðarum í fólkaskúlanum er nógv økt seinastu árini. Meðan nógvar avgerðir, serliga viðvíkjandi setan av fólki, og at loysa úr starvi, nú eru koyrdar yvir í leiðslurnar.
- Millum annað ger hetta, at stjórarnir skulu hava alla starvsfólkaumsitingina um hendi, at førleikakrøvini eisini eru nógv herd seinastu árini, sigur Olaus Jespersen. Í hesum sambandi viðgongur hann, at tað hevði verið nógv lættari, um tey eisini innanfyri tað almenna kundu sett rætta persónin, við at bjóða meira í løn.
- Hetta er tað sum kennist so stirvið innan tað almenna, tí vit koma ikki uttanum, at krøvini til dagsins leiðara, bæði innan tað almenna og tað privata, eru sera stór, sigur Olaus Jespersen.

Bakbundnar leiðslur
Eyðólv Dimon, lærari á Venjingarskúlanum, sigur við Sosialin, at hann roknar við at ein av høvuðsorsøkunum til, at lærarar aftra seg við at søkja stjórastarv í fólkaskúlanum, er at stjórarnir hava onki mandat, eitt nú í mun til truplu næmingarnir.
- Ov nógv tíð fer til at loysa trætur um truplar næmingar, tí tað ber snøgt sagt ikki til, at nakrir fáir næmingar skulu sleppa at oyðileggja skúlagongdina fyri hini. Tí er alneyðugt, at vit fáa eitt tilboð til hesar næmingarnar, ongantíð ov skjótt, sigur Eyðólv. Á hendan hátt vónar hann, at stjórarnir fáa tíð til tað, sum teir veruliga eru settir at gera, nevniliga at stinga út í kortið og at koma við námsfrøðiligari nýhugsan.
Olaus Jespersen er samdur við Eyðólv um, at hesi málini fylla ov nógv í gerandisdegnum hjá leiðarunum. Men hann vísir samstundis á, at nýggjar reglur helst verða samtyktar fyrsta dagin, at verða galdandi frá eftir summarfrítíðina.
- Broytingarnar til fólkaskúlalógina geva skúlaleiðslunum heimild at flyta truplar næmingar í aðrar skúlar, uttan foreldranna samtykki. Harumframt verður skotið upp, at landsstýrismaðurin skal kunna seta á stovn alternativ undirvísingartilboð á skúlanum, til næmingar við serliga tungum trupulleikum, sigur hann.
Magnus Tausen úr Lærarafelagnum fegnast um, at lógarbroytingar eru á veg. Hann sigur, at tú fært ikki fólk at søkja starv, um tey ongan møguleika hava at handla.
- Skúlaleiðslurnar kenna seg fullkomiliga bakbundnar, og tí er starvið ikki attraktivt.

Herd førleikakrøv
Uppá spurningin um, hvat Mentamálaráðið hevur ætlanir um at gera, til tess at fáa lærarar at søkja starv sum skúlastjóri, sigur Olaus Jespersen, at tað í dag eitt krav, at stjórin hevur ella tekur eina leiðsluútbúgving, og at hetta er eitt tilboð, sum umsøkjarar fáa.
Seinastu árini hava allir føroyskir skúlastjórar verið á leiðaraskeiði, sum verður rópt PLET, ella persónlig leiðaramenning. Sambært Olaus Jespersen er endamálið við hesum, at bjálva leiðararnar betur til at vera sjálvstøðugar og at taka avgerðir, eisini slíkar, sum ikki fella í so góða jørð. Harumframt er endamálið, at leiðarin fær innlit í, hvørjar dygdir og manglar viðkomandi hevur, og hvussu gerast kann fyri at menna hesar á ein skilagóðan hátt.
Nú skúlastjórar eisini skulu hava alt starvsfólkaøkið undir sær, og í hesum sambandi skulu arbeiða við at menning og trivnað læraranna, sigur Olaus Jespersen, at Mentamálaráðið í løtuni er í gongd við at seta á stovn eina landsætlan innan HR, Human Resources Management, sum allir leiðarar og stjórar undir ráðnum kunnu fáa gagn av.

Bert lærarar
Ein av treytunum í starvslýsingini hevur verið, at viðkomandi skal vera útbúgvin lærari. Hetta hevur landsstýrismaðurin umhugsað at broyta, so onnur enn lærarar kunnu søkja skúlastjórastarv. Men hvørki frá Lærarafelagnum ella politiskt er undirtøka fyri einari slíkari loysn, sigur Olaus Jespersen.
Í Lærarafelagnum hava tey eisini tikið hendan spurningin upp. Men har er støðan greið, at leiðarin skal vera læraraútbúgvin. Kortini sigur Magnus Tausen, at tann fyrisitingarligi parturin av leiðslunum átti at verið styrktur, bæði við fleiri tímum og peningi. Í hesum sambandi skjýtur hann upp, at nakrar fyrisitingarligar eindir verða settar á stovn, til dømis soleiðis at allir skúlar í Eysutoynni vóru ein eind.
- Sum støðan er í løtuni, nýta leiðslurnar alla orkuna til fyrisiting, meðan stjórin átti at verið námsfrøðiligur kveikjari og íbirtari.

Umdømið hjá ráðnum
Sum sagt eru orsøkirnar til, hví lærarar aftra seg við at søkja starvið sum skúlastjóri í Venjingarskúlanum sjálvsagt ymiskar frá fólki til fólk. Eitt, sum mangan hevur verið at hoyra millum lærarafólk er, at umsitingin í Mentamálaráðnum er strævin at samstarva við, og hevur lyndi til at undirkenna avgerðir hjá skúlaleiðslunum. Spurdur, um tey í Mentamálaráðnum hava umhugsað, at tað kanska hevur týdning, at umdømið hjá ráðnum er rættiliga vánaligt millum nógvar lærarar, sigur Olaus Jespersen, at hetta er eitt, sum tey hava arbeitt við seinastu tíðina.
- Skúlafólk hava mangan fýlst á, at ráðið hevur blandað seg uppí allar smálutir í skúlunum, og hetta er heldur ikki ein leiklutur vit ynskja. Tey vita sjálvsagt best sjálvi úti á skúlunum, hvat er best fyri tey. Tí er hetta eisini eitt øki, sum vit arbeiða við at broyta, og í dag hava leiðslurnar nógv meira sjálvræði, enn fyri bara fáum árum síðani. Men hetta krevur sjálvsagt eisini meira av teimum, útbúgvingarliga, sigur Olaus.