Ongland knógvaði Spania

Fótbóltur: Leygardagin møttust tvey lond við ymsum fótbóltshugsjónum – skjóti og tekniski fótbólturin hjá spaniólum og meira kropsligi fótbólturin hjá Onglandi. Og so er spurningurin, hvat lærast kann av dystinum, sum Spania skuldi vunnið, men tapti

Liverpool: Hendan greinin skuldi snúgva seg um munin millum spanska landsliðið, sum í løtuni er bæði heims- og europsmeistari, og so enska landsliðið, sum síðani 1966 hevur verið eitt støðugt vónbrot, sæð í mun til vónirnar. Alt hetta skuldi undirbyggjast av einum sponskum sigri í ensku borgini, Wembley.
Uttan John Terry, Rio Ferdinand, Jack Wilshere, Steven Gerrard, Ashley Young og Wayne Rooney, megnaði Ongland tó óvæntað at vinna dystin 1-0. Spania hevði bóltin fyri tað mesta, men kroystir upp í ein krók vístu ensku landsliðsleikararnir seg frá sínu bestu síðu. Spurningurin er, um Ongland er við at fóta sær í altjóða landsliðsfótbólti.

Spanska ætlanin
Undan EM-endaspælinum í 2008 vóru Spania og Ongland at finna í somu støðu. Spania hevði ikki vunnið nakað, síðani teir í 1964 vunnu EM á heimavølli. Ongland hevði ikki vunnið nakað síðani umtalaða HM-sigurin í 1966, eisini á heimavølli. Meðan Ongland ikki megnaði at vinna seg víðari til EM-endaspælið í 2008, gjørdi Spania bart.
Spaniólar vunnu EM-gull, eftir at hava bergtikið allan fótbóltsheimin við tekniskum og skjótum fótbólti. Spanskar superstjørnur vóru at finna í teimum stóru landskappinginum kring Europa, meðan David Beckham, sum einasti onglendingurin megnaði at fáa teigapláss frá heimspressuni. Tó mest fyri sínar tatoveringar og klædnastíl, heldur enn avrikini á amerikanska LA Galaxy.
Tvey ár seinni vann Spania HM í Suðurafrika og hóast Spania byrjaði endaspælið við at tapa móti Sveis, so var ongin ivi, tá Andres Iniesta í longdu leiktíðini í finaluni tryggjaði Spania sítt fyrsta HM-heitið, at tað var uppiborið.

Barca-skúlin
La Masia er heitið á fótbóltsskúlanum hjá Barcelona, sum hevur fostrað mangan fótbóltsleikara. Í finaluni í HM 2010 móti Hollandi, vóru seks leikarar hjá Barcelona, sum byrjaðu inni. Gerard Pique, Carles Puyol, Sergio Busquets, Andrés iniesta, Xavi, Pedro og David Villa. Fyri uttan David Villa, hava allir hinir fingið í minsta lagi ein part av síni fótbóltsuppaling á La Masia, umframt at táverandi Arsenal-leikarin, Cese Fabregas, sum varð skiftur inn, eisini er uppaldur á La Masia.
La Masia byggir á fótbóltshugsjónina hjá Barcelona-legenduni, Johan Cruyff, sum snýr seg um smáspæl við nógvum flytingum, leikarar við góðum bóltførleika og eitt høgt trýst, tá bólturin skal vinnast aftur. Barcelona hevur vunnið Champions League tríggjar ferðir síðani 2006.

Ala ungar leikarar
Undan dystinum leygardagin hevði bretska rásin, Sky Sports, eina samrøðu við Guillem Balagué, sum er spanskur fótbóltsserfrøðingur, búsitandi í Onglandi. Hann vísti í samrøðuni á, at í Spania verður stórur dentur lagdur á, at leikarar skulu uppalast og ikki verða trýstir til at vinna á ungum aldri. Allar venjingar eru við bólti, og fótbóltshugsjónin er næstan eins hjá øllum spaniólum. Úrslitið síggja vit í dag, har flestu av bestu sponsku leikarunum tykjast falla væl inn á spanska landsliðið.
Hann vísti hinvegin á, at í Onglandi tykist tað sum um, at leikarar frá heilt ungum døgum fáa bukað inn í høvdið, at teir skulu vinna. Av tí sama verða teir størstu leikararnir tiknir framum, hóast teir ikki verða mettir sum størri talent, tí úrslitini telja. Eisini verður spælt á einum stórum vølli, frá tí teir eru heilt ungir, og tí enda flestu liðini við at spæla við tveimum trøllvaksnum leikarum í miðverjuni, ið sparka bóltin so langt fram teir kunnu, so skjótt teir fáa fatur á honum. Av tí sama detta leikarar niður ímillum, sum kanska hava størri fótbóltseginleikar, og dentur verður ikki lagdur á bóltførleikan.
Umframt alt tað, so vísti hann eisini á, at á spanska landsliðnum er meginparturin av landsliðsleikarunum frá antin Barcelona ella Real Madrid, meðan enska landsliðið er samansett av leikarum úr nógv fleiri feløgum. Tí møtast fleiri fótbóltshugsjónir á enska landsliðnum, meðan bæði Real Madrid og Barcelona byggja á nøkulunda ta somu. Guillem Balagué heldur tað tí vera lættari hjá spanska landsliðnum at fáa spælið at hanga saman, enn tað er hjá tí enska.

Rómaleys lagkøka
Fótbólturin, sum spanska landsliðið og Barcelona fyri tað mesta hava víst síðani 2006, er ein gáva til tey, ið vilja síggja tekniskan og skjótan fótbólt. Men tað er eisini eitt úrslit av eini yvirskipaðari fótbóltshugsjón, sum allir spaniólar taka undir við. Hetta er úrslitið av eini miðvísari ætlan gjøgnum fleiri ár, nakað sum Gary Lineker ásannar í sendingini »Can England win the next world cup?«, sum BBC gjørdi eftir vónbrotið í 2010.
Leygardagin skuldi so rómin leggjast oman á sponsku lagukøkuna og staðfestingin, at Spania er í einum flokki fyri seg sjálvan, skuldi smyrjast í gronina á ensku viðhaldsfólkunum á sjálvum Wembley. Úrslitið gjørdist hinvegin ein 1-0 sigur til Ongland, sum vardi so væl, at Joe Hart í enska málinum ongantíð var kroystur.

Uttan stjørnur
Í samrøðu við The Guardian undan dystinum segði fyrrverandi Liverpool- og núverandi Real Madrid-miðvallarin, Xabi Alonso, at Ongland møguliga hevði tað við at peika á 11 leikarar og so gera eina uppstilling eftir tí, heldur enn at hava eina fasta spæliskipan og so velja leikararnar eftir tí.
Leygardagin var Ongland uttan fleiri av stjørnunum, men við ungum leikarum sum Phil Jones, Jack Rodwell og Danny Welbeck, megnaði Ongland at fáa øll tey ensku viðhaldsfólkini á Wembley á teirra síðu, sjálvt um liðið sjáldan hevði bóltin. Teir stríddust sum úlvur á skóg og hóast Spania skifti eina heimsstjørnu fyri aðra eftir inn, so megnaði Ongland at halda út.
Kanska gjørdist enski landsliðsvenjarin, Fabio Capello, nógv klókari av dystinum, enn hann helt seg kunna blíva. Kanska skal Ongland ikki stilla upp við bara stjørnum, um tær ikki passa til spælistílin, og kanska trívist Ongland best sum eitt lið undir trýsti. José Mourinho, venjari hjá Real Madrid, er siteraður fyri at hava sagt, at tað er ikki neyðugt at hava bóltin fyri at vinna, og vísti til hálvfinaluna í Champions League, tá lið hansara tá, Inter Milan, kom víðari ímóti Barcelona samanlagt.
Vansin við tí er, at Ongland sjáldan hevur eydnuna við sær í brotssparkskappingum og tí heldur vil fram at vinna ein møguligan »alt ella einki«-dyst í EM-endaspælinum komandi summar.

Ymsar hugsjónir
Ongland og Spania hava tvær ymiskar fótbóltshugsjónir, og tað sást á Wembley leygardagin. Spania spældi sín eyðkenda bóltvinarliga fótbólt, meðan Ongland við kropsligari styrki megnaði at halda Spania frá fatinum og skoraði upp á ein deyðbólt.
Spania hevði bóltin 71 prosent av tíðini og hevði 21 skotroyndir, men bara tvær á mál. Ongland hevði hinvegin tríggjar, harav tvær raktu spanska málið.
Vit føroyingar hava nú fingið nýggjan landsliðsvenjara og skulu skjótt til at finna eina leið, sum allar fótbólts-Føroyar kunnu ganga eftir hond í hond. Vit koma ongantíð at kunna spæla á sama hátt sum Spania. Vit koma ongantíð at hava trupulleikar av at hava ov nógvar Premier League-stjørnur á liðnum, men vit mugu øll deila eina og somu fótbóltshugsan, um føroyska landsliðið skal hava bestu møguleikar fyri at flyta seg frameftir.
Kunnu vit við Lars Olsen og oddinum av venjarum í føroyskum fótbólti finna eina leið, sum hvørt mansbarn fylgir, frá klokkan ringir til fríkorter í skúlanum, til menn standa klárir at taka móti heimsstjørnum?