Onki flaggdagshald á Vaglinum

Fyri fyrstu ferð síðani 1947, verður ikki skipað fyri flaggdagshaldi á Vaglinum í Havn í ár. Tað hava fyrireikararnir avgjørt, í samstarvi við Tórshavnar Kommunu og koronaráðgevingina

Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, skuldi halda røðuna á Vaglinum.

Ístaðin verður røðan hjá Jóannesi Eidesgaard send í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, flaggdagin klokkan 15 – tá ið flaggdagshaldið vanliga er, skrivar Havnar Hornorkestur í tíðindaskrivi.

Vanliga savnast nógv fólk á Vaglinum í Havn at heiðra merkinum, og skótar ganga skrúðgongu saman við Havnar Hornorkestri.

Glenn M. Samuelsen er formaður í Havnar Hornorkestri, sum hevur skipað fyri flaggdagshaldinum í Havn øll árini:

- Vit harmast sjálvandi, at ikki er møguligt at skipa fyri flaggdagshaldinum í ár, sum vit plaga. Men eftir umstøðunum vóru vit samd við Tórshavnar Kommunu og koronaráðgevingina, at tryggast er ikki at skipa fyri flaggdagshaldi í ár sum vit kenna tað, tí vanliga savnast nógv fólk í miðbýnum. Vit fegnast tó um, at flaggdagssendingin verður í útvarpinum, har røðan hjá Jóannesi Eidesgaard verður at hoyra, umframt nakrir horntónar, sigur Glenn M. Samuelsen.