Onkrir tankar nú Olvheðin er farin

Tá kommunustýrisvalið 8. desember 1970 var av, vóru valdir Hans Andreas Jacobsen (Hansy), Asbjørn Joenen, Páll á Dul, Trygvi Laksáfoss, Kári Kjelnæs, Olvheðin Jacobsen og eg – 7-manna stýri.

Fýra fyrst nevndu vóru nakað eldri enn teir tríggir seinast nevndu, og høvdu allir havt leiðandi størv. Hetta gjørdi, at vit tríggir fingu fýra góðar lærumeistarar. – Hetta er fyrstu dagar, vegirnir hjá Olvheðin og mær bóru saman burtursæð onkuntíð sum smádreingir.

Eitt tað fyrsta málið eftir valið, var at royna at útvega Klaksvík eina svimjihøll. Frammanundan hevði nevnd á privatum støði gjørt drúgvt arbeiði, savna pening, keypt øki og gjørt projekt. Vit tríggir yngru vórðu settir í svimjihallarnevndina við góðari uppbakking.

Komandi árini gjørdust spennandi við broyttum projektum o.s.fr., og fyri at gera søguna stutta, so hevði Trygvi Laksáfoss, borgarstjóri í 1973, havt samband við Johan Nielsen, fólkatingsmann, um at játta fullan studning til høllina, ikki bara til undirvísingarhøll, men høll við 25 metra hyli.

So ein dag fáa vit tríggir fundarboð frá Trygva, har hann greiddi frá, at Johan bað okkum koma á fund við Knud Heinesen, f.v.undrivísingarráð-harra og Per Hækkerup, búskaparráðharra , tí nú skuldi stjórnin hava eina íbúðarsemju í Danmark ígjøgnum, og høvdu brúk fyri sínari atkvøðu. – Trygvi og vit tríggir fóru síðani til Danmarkar, har Johan tók sera væl ímóti okkum, hevði lagt til rættis fund. Hetta gjørdist ein ógloymandi túrur. – Tá fundurin var av, varð farið aftur til Føroya við heildarstudningi fyri høll við altjóða mátum, sum gjørdist tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Ferðin eydnaðist væl. Samstundis hugdu vit eftir hallum í Danmark. Í desember 1974 lat høllin upp. Hetta gjørdist fyrsta samstarv Olvheðin og eg høvdu, men mong skuldu koma eftir hetta.

Olvheðin var maður við visjónum, hann hevði styrki til at halda fast við sína meining, hann var ein rúkandi debatørur, og tað skuldi nógv til at fáa hann frá tí, sum hann hevði sett sær fyri.

Hansara alskur til at útróðrarvinnan hevði góðar sømdir, var týðiligur. Í 1980unum var hann í býráðnum undangongumaður at fáa útróðrarmonnum góðar umstøður við nýggjum egningarskúrðum, sum vórðu fíggjaðar við eginkapitali og restfígging við kommununi og landinum. Tá vóru heilt nógvir útróðrarbátar í Klaksvík.

Illa ber til við hesum fáu orðum ikki at nevna fótbóltin og 66-liðið, har Olvheðin var ein av grundsúlunum, kvikur, kundi spæla ymsastaðir á vølli og hevði eitt gott skot.

Minnist einaferð – helst í 1967/68, eg hevði danskar fótbóltsáhugaðar gestir ein sunnudag. KÍ spældi ímóti VB. Vit stóðu við “ovara” málið, og eitt hornaspark kemur innfyri. Olvheðin heilfluktaði so tað sang eftir í netinum. Eitt ótrúliga gott mál. Tá letur í hesum eina: “Sikke’ et mål”. Hann tók eisini til tað seinni, so tað hevur verið nakað serligt.

Vit komu at hava mong ár saman í býráðnum - samdir og ósamdir. Hann sat frá 1971 til 1992.

Minnist tá tað leikaði á í 1987 og 88 og Olvheðin kom inn í samgonguna, kom hann serliga væl við. Sum sagt, sterkur debatørur, har hann mintist niður í detaljur. Hann setti tingini ruddiliga uppá pláss.

Tíðin er gingin, tíðarhvarvið er stutt samanlagt, men tað skal ikki verða ósagt, at tað hevur ríka mítt lív at kenna og samstarva við Olvheðin og heilt nátúrliga, áðrenn eg endi hesar fáu tankar, er hóskandi at nevna allar tær ríku og góðu andaligu samrøðurnar vit høvdu, sum hóast alt høvdu og hava virðismkila ævinleikatýdningin fyri okkum báðar, og vit endaðu ofta hesar samrøðurnar við: “Alt er náði Harrans fyri at takka.”

Hann fekk eina góða konu í Alexandrinu, sum kom úr hendinga góðum heimi. Tey fingu fýra væl uppalin børn. Alexandrina og eg fóru bæði í skúla í senn, har vit gingu 9 ár. Tað kom honum væl við, eftir at hann alt ov tíðliga misti Alexandrinu, at hann fekk eina so góða konu í Kirsten, ikki minst nú hann seinnu árini viknaði og hon kundi vera um hann. Eisini var tað við jarðarferðina ein grípandi tøkk og heilsan børnini hjá Olvheðini góðu Kirsten.

Góði Olvheðin, onki er meiri vist, enn at vit síggjast aftur við náðitrónu Guds. Eg minnist teg ídag við djúpum taksemi.

Harrin styrki og signi teg Kirsten, John Kára, Markus, Jógvan, Mariu og øll tykkara.
----
Jógvan við Keldu