- Eingin arbeiðsgevari tekur inn útlendska arbeiðsmegi, bara fyri at hava útlendska arbeiðsmegi.
Tað sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum í Leirvík.
Rávøran hjá Høvdavirkinum er tengd at flakavirkjunum í landinum.
- Hava flakavirkini nógv at gera, hava vit eisini nógv at gera. Vit hava útbygt virkið so líðandi til at klára at taka ímóti rávøru frá øllum flakavirkjunum í Føroyum, sigur Eirikur á Húsamørk.
Sum tað er við fiskarínum, er tað eisini við arbeiðinum á Høvdavirkinum.
- Summar tíðir standa vit akutt og mangla fólk, meðan vit til aðrar tíðir hava fleiri, enn brúk er fyri, sigur stjórin á Høvdavirkinum.
Í summarfrítíðini hava einir 40 skúlaungdómar arbeitt á virkinum, og nú í heystfrítíðini eru eisini fleiri til arbeiðis.
- Vit hava eisini nakrar skúlanæmingar, sum arbeiða eftir skúlatíð og fram til klokkan átta á kvøldi. Skulu tey røkja skúlan og arbeiða, ber ikki til at arbeiða meiri enn hesar fýra tímarnar, sigur Eirikur á Húsamørk.
Annars hevur Høvdavirkið samstarva við onnur virkir um arbeiðsmegi.
- Vit samstarva nógv við Tavuna, sum í stóran mun arbeiðir í vertíðini fyri gulllaks, men vit hava eisini samstarva við onnur virkir um arbeiðsfólk. Og nakað av arbeiðsfólki hava vit eisini fingið umvegis arbeiðsloysisskipanina, sigur Eirikur á Húsamørk.