Onkur hevur eitt stórt problem

Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini, segði í tíðindunum á Rás2 týsdagin 27. januar, at tað er pressan, sum hevur vent forteknunum, og at mann hevur valt at uppprioritera virksemið á Fróðskaparsetrinum

Hinvegin heldur hann, at tað er onkur á Fróðskaparsetrinum, sum hevur eitt stórt problem.

»Vit samtykkja eina fíggjarlóg fyri eitt ár í senn. Og er tað soleiðis, at mann hevur gjørt starvssetanir á Fróðskaparsetrinum upp á »forvantet fangst« á eini fíggjarlóg í 2009, sum gongur út yvir hesi 26 prosentini í vøkstri, so hevur onkur eitt stórt problem, tí at vit kunnu ongantíð disponera út yvir eitt fíggjarár«.

Tá tíðindakvinnan spyr, um ikki tað er ringt at reka ein slíkan stovn, og ikki kunna planleggja meir enn eitt ár í senn, svarar Anfinn Kallsberg soleiðs:

»Jú, mann kann planleggja við teimum karmum, sum eru, og so tekur man tað soleiðs hen ad vejen, men tú skal minnast til ein ting. Vit eru komnir inn í eina kreppu, har vit síggja, at alt tað pulserandi lívið er noytt til at repa seglini. Hóast hetta, so hava vit hildið tað verið rætt at uppprioritera tað virksemi á Fróðskaparsetrinum, og hava givið teimum eina játtan, sum er 26 prosent hægri, enn tað, teir hava brúkt í 2008. Eg skilji ikki, at mann ikki kann planleggja út frá hesum fíggjarkarmum«.

- RN