Eitt ísfiskalínuskip fiskar í íslendskum sjógvi, og fýra fiska undir Føroyum. Skipini fáa mest at toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu.
- Ísfiskalínuskipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at onnur línuskip væntandi loysa teir næstu dagarnar.
Trý frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og trý fiska undir Føroyum.
- Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men batnar, sum vikan gongur. Veðrið verður hampiligt. Tí verður helst eitt sindur av útróðri.