Onkustaðni gongur tað tann rætta vegin

Nú hava 12 fyritøkur gjørt tað grøna roknistykkið upp

Herfyri var nógv at hoyra um, at hóast vit hava sett okkum fyri at minka um útlátið, hevur tað ongantíð verið størri enn tað sama - hóast vøksturin er avhæsaður. Men summa staðni gongur kortini frægari, tí nú kunngera tær 12 fyritøkurnar, sum eru við í samstarvinum Burðardygt Vinnulív, at tilsamans hava tær minkað útlátið 18 prosent hetta seinasta árið. Hetta eru 12 fyritøkur, sum arbeiða miðvíst fyri at minka um útlátið og at hava so burðardygt virksemi sum gjørligt.

 

Vinnuhúsið sigur, at, at Poula Michelsen, nevndarforkvinna í Poul Michelsen Heilsølu, greiddi frá, at samlaða CO2 útlátið hjá fyritøkunum í Burðadygt Vinnulív er lækkað 17 prosent hetta fyrsta árið, samstarvið hevur verið Fyritøkurnar samstarva eisini um at handfara burturkast, og um at økja um áhugan fyri burðardyggum loysnum, samstundis sum tær virka fyri at bøta um førleikar í fyritøkunum.

 

Burðardygt Vinnulív er eitt átak, har 12 føroyskar fyritøkur arbeiða við fremja burðadyggar, vinnuligar mannagongdir fyri at røkka betri málum. Endamálið við Burðadygt Vinnulív er at minka um CO2 útlátið og eisini at minka um tær avleiðingar, virksemið hjá teimum hevur á lívfrøðiliga margfeldni.

 

Fyritøkurnar hava arbeitt við nógvum ymsum átøkum fyri at gerast meira burðadyggar. Listin niðanfyri eru nøkur dømi um ítøkilig átøk, sum fyritøkurnar hava framt seinasta árið. Útlátið verður flokkað eftir um tað er beinleiðis útlát, ella um tað er óbeinleiðis útlát, sum tær elva til, eitt nú við at brúka meiri orku tí virksemið veksur.

 

– Bakkafrost: Íløga í elriknan arbeiðsbát.

 

– Betri Banki: Burðardygd partur av yvirskipaðari strategi.

 

– MBM: Samstarv við alla virðisketuna um burðadygd.

 

– PM: Íløga í umhvørvisgóðkend reingerðaramboð og reingerðarevni.

 

– Føroya Tele: Minkað beinleiðis útlátið 29%.

 

– Gist & Vist: Sett høvuðskokk at arbeiða við burðadygd.

 

– JT electric: Minkað beinleiðis útlátið 28%.

 

– KJ Hydraulik: Minkað bæði beinleiðis og óbeinleiðis útlátið

 

– Effo: Byggir vindmyllulund við Gellingarklett.

 

– Faroe Ship: Íløga í el-krana.

 

– SMJ: Menna burðardyggar loysnir saman við viðskiftafólki.

 

– Vónin: Samstarv við IRF um at burturbeina fiskireiðskap.