Opel Corsa fingið nógvar heiðurslønir

Tað er ikki einans í Danmark at nýggi Opel Corsa er kosin ”Ársins bilur 2007”. Bilurin hevur verið nógv heiðraður, síðan hann kom á marknaðin í fjør.




Kenda bretska bilmagasinið ”What Car?” hevur kosið Corsa sum ”Ársins bil  2007” og sum ”Best Supermini 2007”.
 
Corsa bleiv m.a. tann besti lítli bilur í ”ADAC Readers Choice Award” og varð kosin ”Gelber Engel 2007” í Týsklandi.
 
Flemish Driver’s Association í Belgia hava kosið Corsa sum besti familjubilur í klassanum upp til 14.500 evrur, og hann fekk heiðurin  ”Autobest 2007”. 140 týskir, eysturríkskir og sveisiskir motorjournalistar valdu Corsa sum ”Top Car 2007”.
 
Orsøkirnar til at Corsa hevur notið so nógvan heiður er serliga prísurin  og tann sera umfatandi útgerðin og trygdarútgerðin bilurin hevur í øllum útgávunum sum t.d. ESP, seks airbag og aktivar nakkastúttur. Corsa fekk fimm stjørnur í EuroNCAP trygdartestunum.
 
Flotta designið og góðu koyrieginleikarnir saman við tí at bilurin er so rúmligur í mun til støddina, gjørdu sítt til at Corsa hevur verið so nógv heiðraður.