Insignia Sports Tourer, sum er stationcar útgávan av nýggja Opel Insignia, er ein rættuliga stórur bilur við sportligum designi og kvaliteti á sera høgum støði.
Insignia Sports Tourer er 4,91 m langur og er sostatt 8 cm longri enn Insignia hatchback og sedan útgávurnar, sum komu fyrr í ár. Insignia fæst í trimum útgávum hvat útgerð viðvíkur: Essentia, Edition og Cosmo, sum er tann best útgjørdi.
Sports Tourer Insignia fæst við hesum bensinmotorum: 1,8 litra við 140, 1,6 litra turbo við 180 hk, 2,0 litra turbo við 220 hk og 2,8 litra V6 turbo við 260 hk, og við 2,0 CDTI dieselmotorum við ávikavist 110, 130, 160 og 190 hk.
Bilurin, sum vit royndarkoyrdu, var ein Sports Tourer við 1,6 litra við bensinmotori við turbo og 180 hk. Hesin er sera kvikur við einum snúningsmomenti upp á 230 Nm við 4.000 snún/min.
Opel Insignia Sports Tourer er ein framkomin bilur við nýggjastu motortøknini, aktivari trygd og umhvørvisvernd. Bilurin er stórur og rúmligur í allar mátar. Gott pláss til fimm ferðandi og teirra viðføri. Viðførisrúmið er 540 litrar.
Insignia verður gjørdur í Týsklandi á Opel verksmiðjuni í Rüsselsheim, sum er ein av mest modernaðu og framkomnu bilverksmiðjum í heiminum.
Opel Insignia kann síggjast og roynast hjá Auto Service við Oyggjarvegin. Prísirnir byrja við 290.000 krónum.